FDM ráðstevna í Barcelona

Tá eitt føroyskt ferðalag herfyri var í Barcelona, í samband við at ein nýggjur Mazda bilur bleiv sýndur fram, var eisini ein FDM ráðstevna í býnum. Talan var tó ikki um felagsskapin, Forenede Danske Motorejere

Á einum stórum kongressbygningi í Barcelona vísti eitt skelti, at FDM hevði ráðstevnu har. Tað vísti seg tó, at talan ikki var um danska FDM, Forenede Danske Motorejere, ið nógvir føroyingar eru limir í. Í hesum føri stóð FDM fyri "Forum Dental Mediterraeo". Ivaleyst ein ráðstevna um tenn og tannarøkt sum var í døgunum frá 23 - 25 januar. Her hjá okkum hevur FDM eisini staðið fyri "Føroyskir Danskir Motoreigarar".