FCM útleigar kappingarneytar hjá Sonna Ragnar

Sonni Ragnar Nattestad nærkast einum plássi á Superligaliðnum hjá FC Midtjylland.

Í gjár lat flytingarvindeygað aftur í Danmark eins og í flestu støðum í Evropa. Oddaliðið í donskum fótbólti, FC Midtjylland, sum hevur Sonna Ragnar Nattestad í hópinum, hevur útleigað fleiri av kappingarneytunum hjá verjukempuni.

 

FCM útleigaði ikki færr enn fýra spælarar, harav tríggir av teimum eru skrásettir sum verjuspælarar. Talan er um Santiago Villafane, Morten Koch Nielsen, og Jesper Lauridsen.

 

Tað ljóðar, at Sonni Ragnar Nattestad verður mettur sum triðja ella fjórða val til miðverjuna og tað er nógv, sum bendir á tað. FCM vildi ikki leyslata Sonna Ragnar til U21 landsliðsdystin móti Týsklandi, tí hann akkurát er komin aftur frá einum lýskuskaða og felagið vil ikki koma í tað støðu, at hann blívur skaddur aftur.

 

Tí er líkt til, at FCM hevur stórt álit á føroyska miðverjan, sum tíverri ikki verður við móti Týsklandi fríggjakvøldið á Tórsvølli.