FCK verður ofta at síggja í sjónvarpinum

Tríggir av teimum fimm fyrstu landskappingardystunum hjá Toda og teimum í nýggja kappingarárinum verða sendir beinleiðis á TV3+ rásini

Í løtuni er rættuliga friðarligt í fótbóltsheiminum. Heima á landi er landskappingin í summarfrí, og í hesi vikuni venur einki føroyskt felag.
Í Noregi hava teir akkurát nú stuttan summarsteðg. Í Íslandi spæla teir av lívsins kreftum. Bara fyri tveimum árum síðani fylgdu vit væl við í, hvussu tað gekst í Íslandi. Tað gjørdu vit, tí fleiri føroyskir spælarar vóru har yviri. Teir umboðaðu ÍBV úr Vestmannaoyggjunum, ÍA úr Akranesi og Leiftur av Ólafsfirði. Nú er eingin føroyskur spælari í íslendskum fótbólti. Tað er orsøkin til, at vit einki gera burturúr tí kappingini.
Í Danmark fyrireika feløgini seg til nýggja kappingarárið, sum tað verður farið undir ólavsøkuaftan. Bara ein føroyskur spælari er í bestu deildini í Danmark, og tí er tað so upplagt, at fótbóltshugaðir føroyingar við serligum áhuga fylgja við felagnum hjá Toda Jónsson.
Sum vit áður hava sagt, so skal FCK nú leygardagin spæla venjingardyst á Bisslett í Oslo, har mótstøðuliðið verður Lyn, sum er oddalið, nú norska kappingarárið er gott og væl hálvrunnið.
Annan leygardag fer FCK at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Tá skulu teir á heimavøllinum í Parkini spæla ímóti Brügge úr Belgia.
Í fyrsta umfarinum í superliguni skal FCK spæla á heimavølli. Ólavsøkuaftan fáa teir vitjan av Viborg FF, sum tey seinnu árini hevur staðið seg væl.
FCK er í kapping við Brøndby um at verða roknað sum størsta felagið í Danmark. Síðani Michael Laudrup 1. juli tók við sum venjari í Brøndby hevur danska pressan gjørt nógv burturúr Brøndby og nýggja venjaranum, sum hevur givið fleiri spælarum sekkin, og sum hevur broytt spælskipan frá 4?4?2 og til 3?4?3. Brøndby hevur annars í nógv ár gjørt nógv burturúr, at øll liðini í felagnum hava spælt eftir somu skipan. Frá teimum yngstu og upp til superligu liðið hava allir innrættað seg til 4?4?2.
Men Michael Laudrup er ikki hvør sum helst. Og tað man hava verið millum treytirnar, sum hann hevur fingið ígjøgnum, áðrenn hann skrivaði undir sáttmálan við Per Bjerregaard, at hann skuldi sjálvur gera av, hvussu liðið skuldi spæla. 3?4?3 spælskipanin er ikki ókend hjá Michael Laudrup. Eitt nú í Barcelona hava teir í nógv ár spælt eftir hesi skipanini. Tað hevur verið framrættað og undirhaldandi. Tað ætlar Michael Laudrup eisini, at spælið hjá Brøndby skal vera. Spurningurin er so, hvussu tað fer at roynast í verjupartinum.

FCK í sjónvarpinum
Fyrsta ferðin í nýggja kappingarárinum, at FCK og Brøndby fara at bresta saman, verður leygardagin 24. august. Upprunaliga var ætlanin, at dysturin í Parkini skuldi spælast sunnudagin 25. august, men orsaka av at Brøndby í vikuni aftaná skal spæla undankappingardyst til Europa Cup fyri meistaralið, so hava teir biðið um, at dysturin verður fluttur ein dag fram.
Hóast nógv hevur verið tosað og skrivað um Brøndby nú í summar, so er áhugin fyri FCK framvegis stórur. Tað sæst eitt nú í, at teir á TV3 sjónvarpsrásini hava gjørt av, at í trimum av teimum fyrstu fimm umførunum, skal FCK verða annar parturin av dystunum, sum teir fara at senda beinleiðis frá.
Undanfarnu árini hevur ein dystur í hvørjum umfarinum verið spældur mánakvøld. Orsøkin hevur verið tann, at TV3+ rásin hevur sent beinleiðis frá dystinum. Nú hava teir á TV3 spurt hyggjararnar, nær teir eru mest áhugaðir at síggja dystir, sum ikki verða spældir sunnudag. Svarið var, at hjá hyggjarunum passar tað best, um dystirnir verða spældir seinnapart leygardagar. Tí hava teir á TV3 gjørt av, at ein superligu dystur skal vera leygardag, og harvið verður eingin dystur mánakvøld.
Fyrsta ferðin, at FCK verður at síggja á TV3+ rásini, verður sunnudagin 4. august. Tá skulu teir í 2. umfari spæla á útivølli ímóti Køge, sum skal royna seg í bestu deildini, eftir at teir í nógv ár hava verið í næstbestu deildini, har teir hava staðið í skugganum av hinum felagnum í kommununi. Tað felagið eitur Herføgle Boldklub, sum Jákup Mikkelsen spældi við.
Dysturin hjá FCK í Køge verður vístur seint seinnapartin sunnudagin 4. august. Næsta ferðin, at FCK verður beinleiðis í sjónvarpinum, verður sunnudagin 18. august. Í fjórða umfarinum verður FCK á útivølli ímóti FCM. Tað halda teir í TV3+ vera so mikið áhugavert, at teir hava gjørt av at senda dystin beinleiðis.
Omanfyri varð dysturin í 5. umfarinum millum FCK og Brøndby nevndur. Hann verður í Parkini leygardagin 24. august. Áhugin er longu stórur. Tað verður roknað við, at Parkin kanska fer at verða fullsett. Tey, sum ikki sleppa at síggja dystin á staðnum, hava møguleika í sjónvarpinum. TV3+ fer at senda beinleiðis. So er at vóna, at hepnið fer at verða størri hjá FCK og Toda Jónsson, enn tað var, tá liðini síðst spældu í Parkini. Ta ferðina javnaði Brøndby til 1?1, tá tað bara restaði ein lítil løta. Harvið vann Brøndby meistaraheitið. Mest umrøddu hendingarnar frá tí dystinum vóru, tá Todi Jónsson tvær ferðir varð rendur um koll í brotsteiginum hjá Brøndby, og Kim Milton Nielsen, sum í summar varð mettur at vera ein tann besti dómarin í HM endaspælinum, ikki bríkslaði fyri brotssparki.

Todi hevur hvílt seg
Spurningurin er so, um Todi Jónsson verður við í dystunum, sum verða at síggja beinleiðis í sjónvarpinum. Tað tykist vera greitt, at um Todi verður førur fyri at spæla, so fer hann at manna FCK álopið saman við Sibusisu Zuma. Fyrr í summar varð roknað við, at Zuma ikki fór at koma aftur til FCK eftir HM kappingina. Roknað varð við, at FCK fór at fáa einar 60?70 milliónir fyri hann, men tað sær út sum um, at tað hevur verið roknað skeivt. FCK hevur einki so gott boð fingið uppá Zuma, sum saman við hinum í FCK fyrireikar seg til nýggja kappingarárið.
Í síðstu viku nevndu vit, at tað var upp á tal, at FCK skuldi skriva sáttmála við argentinskan álopsspælara, sum harvið kundi gerast kappingarneyti hjá Toda Jónsson. Men tummulin vendi niður. Ítróttarstjórin í felagnum, Niels Christian Holmstrøm segði, at argentinski spælarin var vongur og ikki meiri fjøltáttaður álopsspælari. FCK vildi ikki broyta spælskipan eftir einum spælara, og tí varð argentinski spælarin sendur víðari í Europa at finna sær arbeiði.
Kappingarneytarnir hjá Toda og Zuma um álopsplássini eru fyrst og fremst Peter Møller og Pascal Simpson. Zuma tykist eiga fyrsta rættin, og hinir báðir tykjast ikki vera størstu hóttanirnar ímóti, at Todi fær hitt plássið. Heldur eru tað lærskaðarnir, sum so ofta hava verið hervuligir og oyðileggjandi fyri fótbóltsspælið hjá Toda.
Í síðstu viku noyddist Todi aftur at taka seg úr dysti. FCK spældi fleiri dystir í Jyllandi, og longu eftir ein hálvan tíma í fyrsta dystinum kendi Todi, at tað strammaði í lærinum. Fyri at byrgja uppfyri tók hann seg av vøllinum, og síðani hevur hann ikki spælt. Leygardagin spældi FCK í Rødovre, har teir í 75 ára jubileumsdystinum hjá heimaliðnum vunnu 11?0!
Todi venur saman við liðfeløgunum, og fótbóltshugaðir føroyingar vóna, at hann verður tøkur, tá farið verður undir nýggju superliguna, og tá FCK ofta verður at síggja í sjónvarpinum.