Svenski Roland Nilsson, sum í summar loysti Ståle Solbakken av sum venjari í FCK, hevur fingið sekkin. Hesum boðar felagið frá í morgun.
Hóast FCK liggur á odda í Superliguni við fýra stigum, so hava teir verið eitt vónbrot í evropeiskum fótbólti og leingi hevur eisini verið sett spurnartekin við Roland Nilsson sum venjara. Vantandi úrslitini eru eisini orsøkin til uppsøgnina, somuleiðis sum felagið og venjarin vóru ósamd um hvussu framtíðin hjá liðnum skuldi kortleggjast.
Inntil nýggjur venjari verður funnin, verður tað ítróttarstjórin í felagnum, Carsten V. Jensen, ið fer at røkja venjarastarvið saman við hjálparvenjaranum, Johan Lange.