FCK venjari vitjar

Fysiska venjingin er á skránni í vikuskiftinum, tTeir, sum hava lokið venjaraútbúgvingarnar hjá Fótbóltssambandinum, eru í vikuskiftinum stevndir saman at luttaka í skeiði í fysiskari venjing

VENJARASKEIÐ

Føroyskir fótbóltsspælarar eru ikki nóg væl fyri, tá ið tað snýr seg um likamliga styrki. Tað var ein av boðskapunum, sum kom fram, tá ið føroyskir venjarar og ábyrgdarpersónar í feløgunum í sambandi við landsdystin á Svangaskarði ímóti Litava hittust í hølunum hjá Trygginarfelagnum Føroyar í Runavík at tosa um støðuna og útlitini hjá føroyskum fótbólti.
Ein av orsøkunum til, at tað varð stevnt saman til fundar um støðuna og útlitini, var, at úrslitini hjá føroysku feløgunum í altjóða kappingunum í summar ikki góvu nakra ábending um, at tað gongur rætta vegin.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá NSÍ, sum fyri fyrstu ferð royndi seg í UEFA Cup. Úrslitini vóru einki at reypa av. Jógvan Martin segði á fundinum, at hann var sannførdur um, at ein av orsøkunum til, at tað ikki hilnst so væl hjá føroysku feløgunum í Europa Cup er, at spælararnir eru ikki nóg væl fyri likamliga. Hann ásannaði samstundis, at førleikin, sum hevur verið at fingið í venjaraútbúgvingum í Føroyum, kundi havt verið betri, tá ið tað snýr seg um júst hetta økið.
? Eg sigi fyri meg. Førleikan at leggja miðvísar ætlanir og at syrgja fyri at tær verða útinntar, haldi eg kundi verið væl betri. Hetta er eitt øki, sum vit ikki hava lagt so stóran dent á. Men gongdin seinastu árini hevur víst alt meiri, at tað er neyðugt, at vit gera meiri við hesa venjingini. Tí átti hetta at verið nakað, sum FSF bjóðaði venjarum at útbúgva seg í, segði Jógvan Martin Olsen.
NSÍ venjarin er eisini í starvi hjá Fótbóltssambandinum. Nú hava FSF og Jógvan Martin syrgt fyri, at føroyskir venjarar nú í vikuskiftinum hava møguleika at fáa undirvísing og íblástur til fysisku venjingina. Anders Storskov, sum hevur ábyrgdina av kropsligu venjingini hjá Toda Jónsson og hinum í FCK, fer hetta vikuskiftið at halda skeið í fysiskari venjing. Anders Storskov er umframt úr FCK eisini kendur fyri at hava ábyrgdina av fysiskari venjing í øðrum høpum. Eitt nú verður hann nógv brúktur av Team Danmark, sum miðvíst arbeiðir við at menna bestu donsku ítróttarfólkini, soleiðis at tey verða betri før fyri at standa seg í eitt nú olympisku leikunum, HM kappingum og EM kappingum.
Farið verður undir skeiðið leygarmorgunin klokkan tíggju, og tað verður hildið á inntil seinnapartin sunnudagin klokkan trý. Skeiðið verður í FSF húsinum, og har skulu luttakararnir halda til alla tíðina, meðan skeiðið er á skránni.
Tað ber ikki til at melda seg til skeiðið hjá øllum. FSF hevur boðið teimum, sum umframt tey fimm grundskeiðini eisini hava lokið ungdóms? og seniorvenjaraskeiðini, sum Fótbóltssambandið hevur skipað fyri nógvu tey seinastu árini.
? Hetta hava vit gjørt, tí vit halda, at tað er neyðugt við ávísum førleika og royndum í venjarayrkinum, um skeiðsluttakararnir skulu fáa tað burturúr, sum vit rokna við, at tað eigur at bera til at fáa. Áhugin tykist vera rættuliga stórur. Talið á teimum, sum longu hava meldað til liggur um tjúgu, so tað er ikki óhugsandi, at samlaða luttøkutalið fer at vera onkra staðni mitt í tjúgunum, sigur Jógvan Martin Olsen.