Hósdagin og fríggjadagin 21-22. februar hevur fótbóltsflokkurin hjá Tórshavnar Kommunuskúla, 9F, forkunnuga vitjan. Talan er um Dennis Simonsen og Magnus Bistrup, sum báðir eru eru ungdómsvenjarar hjá FCK. Tað er Jan Dam, ið er fyrrverandi starvsfelagi teirra, ið hevur fingið hesa forvitnisligu vitjan í lag. Leygardagin hava skulu FCK venjararnir hava skeið við føroyskum fótbóltsvenjarum í Gundadali.
Um venjararnar skrivar Kommunuskúlin soleiðis:
Dennis Simonsen er 34 ár, b.sc. í ítrótti. Hann hevur arbeitt sum venjari, síðani hann var 17 ára gamal, fyrstu 5 árini í Kastrup Boldklub, síðani gjørdist hann hjálparvenjari í KB hjá U17 bólkinum eitt skifti, til hann stutt eftir gjørdist høvuðsvenjari bæði hjá U12 og U14 liðunum. Í 2005 fór hann til Qatar og varð fulltíðarvenjari á Aspire Academy for Sports Excellence. Har var hann í 4 ár og var knýttur at U14, U16, U17 og U18 liðunum sum hjálparvenjari. Í 2009 kom Dennis Simonsen heim aftur til Keypmannahavnar og byrjaði á nýstovnaða FCK School of Excellence sum U15 venjari. Hann náddi at vera høvuðsvenjari hjá U15 í 3 ár, áðrenn hann á sumri í 2012 varð settur sum einstaklinga venjari hjá bestu leikarunum á U17 og U19 liðunum. Dennis tekur í løtuni útbúgving sum mastercoach.
Magnus Bistrup er 20 ár, hevur spælt fótbólt, síðani hann var heilt líti smádrongur og hevur virkað sum venjari, síðani hann var 14 ár. Hann hevur vant allar aldursbólkar frá U5 til vaksnamannadeildirnr, tó við høvuðsdenti á aldursbólkarnar U14 - U17. Hann er longu, hóast unga aldur sín, kendur sum ein sera dugnligur venjari við serligum hegni í málmans- og álopsvenjing.?Magnus hevur verið í venjarastarvi í FC Keypmannahavn síðani 1/1-2012 og er venjari hjá U15-liðnum hjá FCK. Haraftrat er hann við til at venja og velja út teir komandi FCK-leikararnar (U12 og U13). Somuleiðis hevur hann verið venjari á 'FCK Camp' (summarfótbóltsskúlanum) og 'FCK-Skills', sum er ein talentskúli fyri teir mest menningarsinnaðu KB-leikararnar í aldursbólkinum U10 - U12. Umframt venjaraarbeiðið lesur Magnus Bistrup jura á Universitetinum í Keypmannahavn.
Á myndini síggjast frá vinstru Áki Petersen frá fótbóltsskúlanum, Dennis Simonsen, FCK, Jan Dam, lærari og venjari, og Magnus Bistrup, FCK










