FCK á veg í finaluna

Hóskvøldið megnaði felagið hjá Toda Jónsson enn eina ferð at fara av vøllinum sum sigursharri, hóast ikki færri enn níggju spælarar vóru á skaðalistanum

ROYALA LIGAN

Hóast ikki færri enn níggju spælarar hjá FCK í løtuni eru á skaðalistanum, so gongur tað framvegis strúkandi hjá teimum. Hóskvøldið spældu teir fyri síðstu ferð í millum umfarinum í Royalu liguni, og tað gekk so væl, sum tað kundi gera. Malmø FF var í Parkini, og FCK vann 2-1, eftir at Malmø hevði verið frammanfyri 1-0.
Sigurin var uppiborin, tí FCK bæði spældi betri og var meiri ágrýtið. FCK málini skoraðu Peter Møller og Sibusisu Zuma, sum mannaðu álopssessirnar báðar. Í steðginum stóð á jøvnum 1-1, og seinna málið fekk FCK eftir kiksað útspark frá Malmø málverjanum. Tá var ein tími farin.
Í FCK mugu teir bíða í tvær vikur, áðrenn tað verður greitt, um teir skulu spæla í finaluni, ella um tað verður Rosenborg, sum skal í finaluna. Treytin hjá Rosenborg er, at teir skulu vinna í Malmø. Tað heldur FCK venjarin, Hans Backe, fara at verða ógvuliga torført hjá teimum.Hann sigur seg ikki rokna við, at Malmø fer at tapa á heimavølli.
Tað er heldur ikki greitt, hvør hin luttakarin verður í fyrstu Royalu finaluni. Hóskvøldið vann Vålerenga á Ullevaal í Oslo 1-0 á Brann úr Bergen. Úrslitið ber við sær, at svenska IFK Göteborg nú hevur góðan møguleika at spæla seg í finaluna. Treytin hjá teimum er, at teir í síðsta umfarinum, sum verður 12. mai, megna at fáa í hvussu so er eitt stig, tá ið teir í Oslo skulu spæla ímóti Vålerenga, sum verður partur av finaluni, um teir vinna móti IFK Göteborg.