Tað gjørdist sum vænta eingin trupulleiki hjá FC Keypmannahavn at sleppa víðari í Europa-Cup kappingini fyri steypavinnarar.
Hóskvøldið spældi FCK í Jerevan, og teir vunnu 2-0. Málini komu bæði móti endanum av dystinum, og gjørdu at FCk samanlagt vann 5-0.
Tá 3-0 sigurin var fingin til høldar í Parkini fyri tveimum vikum síðani var Todi Jónsson millum málskjúttarnar og mest sentralu spælararnar, men hesaferð var hann ikki á vøllinum.
Ein skaði í lúskuni heldur fram við at arga føroyska landsliðsspælaran, og tí sat hann uttanfyri.
Næsti dysturin hjá FCK er í heimligu kappingini, og verður á útivølli móti Herfølge sunnudagin.