FCK vann seg víðari

Ein sigur var kravið, um FCK eisini skuldi spæla europiskan fótbólt til várs, og hetta livdu teir í høvuðsstaðarfelagnum upp til, tá teir í gjárkvøldið tóku móti blegiska Club Brügge.

Vertirnir høvdu leikliga yvirvág fyri tað mesta, og teir skaptu eisini onkran heilt góðan møguleika tíðliga í dystinum. Men tað gekk nærum ein tími, áðrenn Cesar Santin skoraði avgerandi málið. Hetta tá hann stóð blankur við returbólti.

Málið noyddi belgisku gestirnar fram á vøllin, men hóast stórt trýst, so megnaðu teir ikki veruliga at skapa sær nakrar málmøguleikar seinasta hálva tíman.