FCK vann greitt

Jóan Símun Edmundsson kom ikki á vøllin móti FCK í donsku steypakappingini í kvøld. FCK vann 3-0.

 

Tað bleiv aldrin talan um ein spennandi dyst, sum FC Fredericia vónaði. Vit kenna tað eisini frá landsliðnum. Alt skal rigga fyri at kunnu leypa kvøkk á eitt væl betri lið. Tað gjørdi tað ikki fyri 1.deildarfelagið.

 

FCK kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki og stutt fyri hálvleik bleiv dysturin helst avgjørdur, tá FCK í skjótálopi økti til 2-0. Tað bleiv 3-0 í seinna hálvleiki.

 

Jóan Símun Edmundsson sat á bonkinum allan dystin, men tað er meiri sannlíkt, at hann spælir um vikuskiftið, tá dystur aftur er í Betsafe deildini.