FCK vann dystin um Norðurlond

FC Keypmannahavn vann í kvøld Europa Cup-dystin í Parkini í Keypmannahavn ímóti norska liðnum Molde. Úrslitið var 2-1 til heimaliðið.

 

Claudemir legði FC Keypmannahavn á odda í fyrra hálvleiki, men beint fyri steðgin javnaði Pape Diouf fyri gestirnar. Tá eitt korter var eftir av dystinum skeyt Andreas Cornelius (myndin) sigursmálið fyri FC Keypmannahavn. Pape Diouf fekk ein møguleika at javna aftur, men tað miseydnaðist.

 

Svenska liðið AIK Stockholm hevur eisin verið í Europa Cup-dysti í kvøld. Dysturin var á útivølli ímóti italska liðnum Napoli, sum vann trygt 4-0.