FC Keypmannahavn tapti í gjár útidystin ímóti OB, men hóast tapið gjørdust teir danskir meistarar. Orsøkin til tað var, at AC Horsens vann dystin ímóti Brøndby, og nú kann Brøndby ikki fáa FCK aftur í stríðnum um danska meistaraheitið. Bert eitt mál kom í dystinum í Odense, og tað skoraði Jose Junior fyri OB. Harvið heldur OB fast um bronsuplássið í superliguni, meðan FCK er meistari fyri fimtu ferð í søguni hjá felagnum