Bólkaspælið í Champions League byrjaði í dag. Í Parkini megnaði FCK at vinna á russiska Rubin Kazan. Dame N?Doye skoraði einsamalla málið, tá bara tríggir minuttir manglaðu av dystinum. Í hinum dystinum í bólki D vísti Barcelona stórspæl og vann heili 5-1 á Panathianikos. Millum teir, ið komu á máltalvuna vóru Lionel Messi, David Villa og Dani Alves.
Í bólki A megnaði vinnarnir frá í fjør, Inter Milan, bara at fáa javnt ímóti Twente á útivølli. Í Týsklandi kom Tottenham á odda 2-0, men Werder Bremen megnaði at javnaði til endaliga úrslitið 2-2.
Manchester United klárði ikki at niðurbróta verjuna hjá Rangers, tí endaði ?The Battle of Britain? við málleysum javnleiki. Tað vóru gestirnir betri nøgdir við enn heimaliðið, Manchester United. Valencia vann lættliga í Turkalandi ímóti Bursaspor.
Í bólki B vann Loyn á Schalke, meðan Benfica vann á Hapoel Tel Aviv.
Champions League:
Bólkur A:
Twente ? Inter Milan 2-2
Werder Bremen ? Tottenham 2-2
Bólkur B:
Benfica ? Hapoel Tel Aviv 2-0
Lyon ? Schalke 04 1-0
Bólkur C:
Bursaspor ? Valencia 0-4
Manchester United ? Rangers 0-0
Bólkur D:
Barcelona ? Panathianikos 5-1
FCK ? Ruben Kazan 1-0