Mikukvøldið spældi FC Keypmannahavn í donsku steypakappingini, sum verður rópt DONG Cup.
Dysturin var í Parkini, og Viborg, sum í vikuni gav venjara sínum sekkin, vitjaði. Fyrsti dysturin hjá nýggja Viborg-venjaranum endaði tó við ósigri, tí FCK vann 2-0.
Tá ein hálvur tími var eftir at spæla, varð nýggi álopsspælarin hjá FCK, Peter Møller, sendur á vøllin. Dysturin hevði verið tamur, men tað kom eitt sindur meira lív í, eftir at Møller var komin á vøllin.
Løtu seinni skoraði Morten Bisgaard til 1-0, og fáar minuttir seinni avgjørdi Peter Møller dystin, tá hann skoraði sítt fyrsta mál fyri FCK.
OB tók øll á bóli
FCK er nú komið í fjórðingsfinalurnar í steypakappingini.
Mest óvæntaða úrslitið mikukvøldið kom í Brøndby, har OB úr Odense vóru á vitjan.
Hóast Brøndby tykist hava beina kós móti gullinum í landskappingini, so verður tað ikki ein gylt steypakapping í ár. OB vann púra óvæntað 4-2, og so er Brøndby úti av steypakappingini.
Meðan Brøndby hevur sett sín dám á landskappingina í Danmark, hava teir ikki havt somu eydnuna í steypakappingini.