FCK tvey tap á páskum

Hugflogið í álopsspælinum hjá áður so sannførandi oddaliðnum er fullkomuliga burtur, og nú er tað púra opið, hvør fer at vinna meistaraheitið

ÚTISETAFELØG

Níggju stig var FCK frammanfyri næstu kappingarneytarnar úr Brøndby, tá ið farið varð undir seinna partin av superliguni. Einki bendi tískil á, at talan skuldi gerast um stórvegis kapping millum føroysku feløgini ? FCK og Brøndby.
Men nú er av álvara talan um kapping, og kappingin er ikki bara millum tvey feløg. Uppflytararnir úr Farum blanda seg nú av álvara upp í DM kappingina.
FCK er framvegis oddalið. Teir eru tvey stig frammanfyri Brøndby og fimm stig frammanfyri Farum. Men uppflytaraliðið eigur ein dyst til góða. Hann er á heimavølli ímóti AGF, og hann verður spældur nú hóskvøldið. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er møguleiki fyri og rættuliga góður møguleiki fyri, at Farum í annaðkvøld verður javnt í stigum við Brøndby og bara tvey stig aftanfyri FCK. Leikluturin hjá Farum minnir ikki so lítið um tann hjá Herfølge og Jákupi Mikkelsen, tá ið teir vunnu DM.
Føroyski leikluturin í oddastríðnum í Danmark er lítil. Jón Rói Jacobsen var á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá ið Brøndby páskadag spældi 1?1 í Farum, og hann slapp upp í part í tríggjar minuttir, tá ið Brøndby skírisdag vann á heimavølli ímóti Køge, sum nú er botnlið.
Brøndby kom á odda tíggju minuttir undan steðginum í Farum. Kasper Dalgas, sum næstan hevur verið mettur sum feilíløga, síðani hann kom úr OB og til Brøndby, skoraði upp á fríspark. Heimaliðið javnaði við frísparki eitt korter fyri leiklok, og harvið varð mett, at Brøndby hevði mist stórt fer í stríðnum at røkka upp á síðuna av FCK. Soleiðis vísti tað seg 2. páskadag ikki at vera.
Todi Jónsson var skírisdag í Silkeborg við FCK. Donsku bløðini hildu seg vita, at Todi fór at vera millum ellivu teir fyrstu, men hann var á beinkinum og kom ikki á vøllin, fyrrenn heimaliðið var á odda 2?0. Silkeborg, sum hevur verið botnlið alt kappingarárið, eyðmýkti FCK og vann 3?0.

Fyrsta tap í tvey ár
Hóast FCK síðani vetrarsteðgin bara hevur vunnið eina ferð, so tykjast áskoðararnir framvegis at vera trúfastir. 2. páskadag vóru 20.112 áskoðarar í Parkini. Teir sóu heimaliðið hava bóltin nógv ímóti higartil kreppurakta AaB. Men áskoðararnir kundu eisini staðfesta, at heimaliðið vísti als einki hugflog í framrættaða spælinum, og uppløgdu málmøguleikarnir vóru so at siga eingir.
Todi Jónsson kom á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki, men tað var ikki hann, sum fekk høvuðsleiklutin hjá FCK. Sinniliga og kropsliga frustratiónin er stór í felagnum, og tað sást í 2. hálvleiki aftur í tveimum reyðum kortum. Vongverjin Peter Christiansen sá reytt fyri høvuðleysa takling í 71. minutti, og í 85. minutti var tað Sibusiso Zuma, sum leyp framav, taklaði ógvusliga og sá reytt. Roknað verður við, at teir fáa tveir leikdaga leikbann í part.
AaB dúvaði upp á skjótálop, og hóast teir høvdu bóltin nógv minni enn heimaliðið, so høvdu teir fleiri møguleikar. Estlendski landsliðsspælarin Andres Oper skoraði sigursmálið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Harvið var fyrsta tapið hjá FCK í Parkini síðani 17. august í 2001 veruleiki. Og nú er tað av álvara farið at sansa at í oddastríðnum.
AaB hevur havt gott tak á FCK í hesum kappingarárinum. Í heyst vunnu teir 3?0 á heimavølli ímóti FCK.