FCK treivst betur á grasinum

Við einum tryggum 4-1 sigri á føroyameistarunum úr HB fekk FCK mikukvøldið víst, at talan var um ein svipsara í Klaksvík mánakvøldið

Tað hóskaði danmarksmeistarunum betur at leika á grasi, og tað sást eisini aftur á spælinum hjá FC Keypmannahavn, at teir mikukvøldið kendu seg í meiri "heimligum" umvhørvi, tá ið teir dystaðust við HB á Tórsvølli.

Javnur hálvleikur
Eins og í dystinum í Klaksvík mánakvøldið var Todi Jónsson við frá byrjan, og hann var eisini liðskipari hjá donsku greipuvinnarunum. Hesaferð var álopsfelagin hjá Toda stóra stjørnuskotið í donskum fótbólti í farna kappingarári, Jesper Bech, men um miðjan fyrra hálvleik kom Alvaro Santos inn fyri ein meiddan Martin Bergvold, og tá fór Jesper Bech aftur á miðvøllin at spæla.
Fyrri hálvleikur var rættuliga javnur. Bæði liðini royndu at spæla skjótt fram eftir vøllinum, men tað gekk eitt sindur striltið at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Hjá HB tóktist trupulleikin serliga at verða, at tá ið man við ferð kom fram eftir vøllinum, høvdu føroyameistararnir lyndi til líka at steðga á, og tað tók ofta broddin av einum vandamiklum kontraálopi. HB hevði mikukvøldið enn einaferð unga Emil Nolsøe Leifsson á sentrala miðvøllinum, og hann er ein ógvuliga spennandi leikari, ið óivað fer at gerast ein berandi kraft í reyðu og svørtu strípunum í framtíðini.
FC Keypmannahavn vísti mikukvøldið væl betur fótbólt, enn hvat teir gjørdu í Klaksvík tveir dagar frammanundan. Hesaferð vóru teir báðir, Thomas Røll og Christian Traore, á sentrala miðvøllinum, meðan teir báðir Martin Bergvold og Morten Bertolt vóru úti í síðunum. Hendan uppstillingin vísti seg eisini at verða væl meiri skapandi enn útgangsstøðan mánakvøldið, og møguleikarnir vóru av tí sama fleiri í tali.
Tá ið ein hálvur tími var leiktur av fyrra hálvleiki, var Thomas Røll nær við at leggja FCK á odda, men Danny Rasmussen í HB-málinum helt góða skotinum frá miðvallaranum. Løtu seinni var nær við í hinum endanum, tá ið Heðin á Lakjuni royndi seg við einum frálíkum langskoti, sum hevði kós beint upp í málhornið, men Balasz Rabocki í FCK-málinum fekk meistarliga boksað bóltin út til hornaspark. Minuttin eftir var aftur vandi á ferð framman fyri málinum hjá HB, tá ið Morten Bertolt gjørdist púra leysur. Danny Rasmussen kom út ímóti honum og bjargaði hegnisliga.
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki hevði HB fleiri naskar royndir á FCK-málið, men ístaðin vóru tað donsku greipuvinnararnir, ið løgdu seg á odda beint fyri steðgin. Todi Jónsson slapp leysur í HB-brotsteiginum, men bleiv rendur um koll, og dómarin, Lassin Isaksen, ivaðist ikki og dømdi brotsspark til býarfelagan hjá sær. HB-leikararnir vóru ikki nøgdir við dómin, men av áskoðaraplássunum sá avgerðin út til at verða tann rætta. Innskifti brasilumaðurin, Alvaro Santos, fintaði Danny til aðra síðuna og sendi bóltin í hina, og so hevði FCK fingið sítt fyrsta mál á Føroyaferðini.

Orkan gekk undan
Teir okkurt um 1750 áskoðararnir, ið høvdu goldið fyri at síggja dystin, sóu eitt heilt nýtt FCK-lið eftir steðgin. Saman við teimum áleið 200 áskoðarunum, sum ikki vildu gjalda, og tískil høvdu plaserað seg eitt nú við ítróttarhøllina og uppi við svimjihylin, sóu hesi, at Alvaro Santos knappar tveir minuttir inn í seinna hálvleik økti um leiðsluna hjá FCK. Santos bleiv spældur ígjøgnum mitt á, og hvørgin av HB-miðverjunum fekk taklað. Tað var tí lætt hjá brasiliumanninum at senda framvið innskifti Pól Næss Joensen í HB-málinum, og so var 2-0.
HB skal tó eiga, at teir góvu ikki skarvin yvir, og góðar fimm minuttir seinni bragdaði endiliga hjá føroyameistarunum. Havnarmenninir vunnu bóltin í egnari verju, og Jákup á Borg bleiv sendur avstað í høgra borði. Hann snýtti vinstra bakk hjá FCK, estiska Urmas Rooba, áðrenn hann sendi innfyri. Rógvi Jacobsen, rann ímóti fremru stong og dróg miðverjarnar hjá FCK við sær, meðan HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, kom stormandi av miðvøllinum. Rúni rann ímóti handaru stong, og tað var júst har, at innleggið hjá Jákupi lá, og liðskiparin smekkaði í kassan, og so var 1-2. Eitt sera gott mál og avgjørt besta málið í dystinum.
Føroyameistararnir fingu nú blóð uppá tonna, men samstundis byrjaði orkan at ganga undan hjá nógvum av føroysku leikarunum, og tí blivu eftiransingarnar ikki nóg neyvar. Gestirnir løgdu seg á odda 3-1, tá ið 63 minuttir vóru leiktir. Alvaro Santos slapp meira ella minni ótarnaður at renna oman ímóti baklinjuni, áðrenn hann legði skrátt út frá til Michael Silberbauer, ið hevði pláss og tíð til at plasera bóltin framvið Pól í HB-málinum.
Bert fýra minuttir seinni var aftur galið í HB-verjuni, og enn einaferð var tað Michael Silberbauer, ið var upp á spæl. Kantspælarin í høgru síðu slapp at trekkja inn mitt á, og tá ið ongin leyp á, valdi Silberbauer at skjóta áraka brotsteigarmarkið, og bólturin smeyg sær inn við handaru stong. Eitt alt ov bíligt mál, ið eigur at geva HB-verjuni og venjaranum okkurt at hugsa um.
Seinastu løtuna av dystinum hevði FCK fleiri aðrar møguleikar, men antin vóru teir ikki nóg neyvir, ella var Pól Næss Joensen á rætta staðnum og fekk vart fyri. Einu løtuna bleiv eitt sindur rokaligt, tá ið Peter Møller sendi Vagnur Mohr Mortensen í vøllin, hóast ongin bóltur var í nánd. Lassin Isaksen fekk sissað leikararnar, og hann vísti gestablídni við at vísa bæði Møller og Vagnur gula kortið. Ein avgerð sum ikki fall í góða jørð hjá áskoðarafjøldini og heldur ikki hjá stadionspeakaranum, sum løtu seinni kunngjørdi, at tað framvegis vóru 22 mans á vøllinum.

HB-FC Keypmannahavn 1-4(0-1)
0-1 Alvaro Santos brtsp.
0-2 Alvaro Santos
1-2 Rúni Nolsøe
1-3 Michael Silberbauer
1-4 Michael Silberbauer