FCK í torførum bólki

Rosenborg fær eisini torføra mótstøðu. Sarpsborg og Malmø í sama bólki.

 

Á miðdegi var lutakastið til bólkaspælið í Europa League. Fýra norðurlendsk lið vóru við í lutakastinum, FCK, Rosenborg, Sarpsborg og Malmø.

 

Bæði danska FCK og norska Rosenborg endaðu í tí, sum á pappírinum sær út sum torførir bólkar. Liðið úr Keypmannahavn er í sama bólki sum Zenith Sankt Petersburg úr Russlandi, Bordeaux úr Frankaríki og Slavia Praha úr Tjekkia.

 

Rosenborg er í bólki saman við Salzburg úr Eysturríki, Celtic úr Skotlandi og Leipzig úr Týsklandi.

 

Tey bæði seinastu norðurlendsku liðini endaðu í sama bólki, saman við Besiktas úr Turkalandi og Genk úr Belgia.

 

Arsenal úr Onglandi endaði í bólki saman við Sporting Lissabon úr Portugal, Qarabag úr Aserbadjan og Vorskla úr Ukraina. Chelsea endaði í bólki saman við PAOK úr Grikkalandi, BATE Borisov úr Hvítarusslandi og Vidi úr Ungarn.

 

Soleiðis síggja bólkarnir út:

Bólkur A

Leverkusen

Ludogorets

Zürich

AEK Larnaca

 

Bólkur B

Salzburg

Celtic

Leipzig

Rosenborg

 

Bólkur C

Zenit

FCK

Bordeaux

Slavia Praha

 

Bólkur D

Anderlecht

Fenerbahce

Dinamo Zagreb

Spartak Trnava

 

Bólkur E

Arsenal

Sporting CP

Qarabag

Vorskla

 

Bólkur F

Olympiakos

AC Milan

Betis

Dudelange

 

Bólkur G

Villareal

Rapid Vienna

Spartak Moskva

Rangers

 

Bólkur H

Lazio

Marseille

Frankfurt

Apollon

 

Bólkur I

Besiktas

Genk

Malmö

Sarpsborg

 

Bólkur J

Sevilla

Krasnodar

Standard Liège

Akhisar

 

Bólkur K

Dynamo Kiev

Astana

Rennes

Jablonec

 

Bólkur L

Chelsea

PAOK

BATE Borisov

Vidi