SUPERLIGAN
Munurin millum Brøndby, sum frá kappingarbyrjan í juli og til vetrarsteðgin fyrst í desember var sannførandi oddalið, og til FCK á næstfremsta plássinum, minkar støðugt.
Sunnudagin vann FCK trý stig í Vejle. Samstundis megnaði Brøndby ikki meiri enn 2?2 á heimavølli. Harvið minkaði munurin millum tey bæði fremstu liðini annað vikuskiftið á rað. Tá tað næstsíðsta sunnudag var farið undir seinna partin av kappingini, var Brøndby níggju stig frammanfyri FCK. Í fyrsta umfarinum fekk FCK eitt stig, meðan Brøndby einki fekk. Hesa ferð fekk FCK trý stig, meðan Brøndby bara fekk eitt.
Brøndby hevði allar møguleikar at vinna á Viborg. Men tað var um reppið, at gestirnir fóru avstað við øllum. Viborg misti í 2. hálvleiki ein mann. Brøndby fekk brotsspark og skoraði, og dómarin hevði ostaskorpuna á lofti, tí hann helt verjumannin hava nýtt neyðbremsuna.
Hóast teir vóru undirmannaðir, so megnaðu teir í Viborg at leggja seg framum aftur 2?1 ? teir høvdu eisini verið frammanfyri 1?0 ? og tá vanliga leiktíðin var farin, vísti máltalvan framvegis 1?2. Dómarin legði fimm minuttir afturat 2. hálvleiki. Sekundvísarin var næstan komin fimtu ferðina runt, tá tað eftir innlegg úr vinstru eydnaðist at stýra bóltin í málið.
Hóast munurin er sjey stig, so siga teir í FCK seg rokna við, at tað kann bera til at fáa Brøndby aftur. Avrikini hjá Brøndby hava verið so mikið lítið sannførandi, at tað væl kann hugsast, at teir kunnu missa fleiri stig. Í næstsíðsta umfarinum, sum verður spælt sunnudagin 12. mai, skal Brøndby spæla ímóti FCK. Dysturin verður í Parkini, og tað er ikki heilt óhugsandi, at talan verður um eina sanna finalu um DM!
Kappingin um DM kann gerast uppaftur meiri spennandi enn so. Undan vikuskiftinum var AaB javnt við FCK á næstfremsta plássinum. Í gjárkvøldið skuldu teir spæla á heimavølli ímóti AB.
Esbjerg og OB væl við
Fýra tey lægst staddu liðini í superliguni taptu øll. Lyngby, sum í 1. hálvleiki næstsíðsta sunnudag ímóti Vejle sprellaði eitt sindur á heimavølli, hevði einki at siga í Esbjerg. Heimaliðið vann 5?0. Lyngby er aftast, og Esbjerg, sum komandi sunnudag skal spæla í Parkini ímóti FCK, er við í stríðnum um heiðursmerkini.
OB vann næstsíðsta sunnudag 4?3 ímóti Brøndby. Sunnudagin vóru teir í Århus, og tað gekk aftur hesa ferð sum eftir ánni. Illa stadda heimaliðið hevði einki vápn ímóti vandamikla Kasper Dalgas, sum skoraði øll trý OB málini og harvið gjørdist nýggjur toppskjútti í superliguni. OB vann 3?1.
FCM hevði vitjan av Silkeborg. Dysturin var vánaligur, men einasta málið, sum heimaliðið fekk í 2. hálvleiki, var fínt. Talan var um eitt fríspark úr 22 metrum, sum varð sent omanfyri verjugarðin og dygst inn undir samankomingina. Í kapping við málið hjá Toda Jónsson varð FCM sigursmálið valt til dagsins mál.