Eitt brotsspark skilti liðið, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum millum Ruben Kazan og FCK í kvøld. Vøllurin var í ringum standi, verðrið var bítandi kalt og eydnan var ikki við FCK, tá teir í kvøld skulu royna at skriva danska Champions League søgu, sum tað fyrsta liðið, ið megnar at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.
Stutt fyri hálvleik dømdi dómarin, enski Mike Dean, brotsspark til Ruben Kazan eftir at bólturin kom í hondina á Jesper Grønkjær. Christian Noboa umsetti brotssparkið til mál.
Í seinna hálvleiki skiftust liðini um at vera betri. Ruben Kazan tóktist hava tamarhald á dystinum til eitt gott korter var eftir. Tá rakti Dame N?Doye tvørstongina og FCK tók yvir og legði trýst á. FCK kom til nøkur innlegg, men størsta møguleikan at javna fekk innskifti Kenneth Zohore í evstu løtu, men málmaðurin bjargaði.
Kenneth Zahore er bara 16-ára gamal og sambært viðmerkjarunum á SkySports, so er hann tann triðj yngsti leikarin at fáa debut í Champions League.
Í FCK vóna tey at Barcelona vinnur á Panathinaikos í kvøld. Vinnur Barcelona, so eru Panathinaikos úti av spælinum um at koma víðari og tað merkir, at teir teir einki hava at spæla fyri, tá teir vitja FCK í seinasta umfarinum.