FCK tapti móti arvafíggindanum

Todi Jónsson og liðfelagarnir máttu siga farvæl til donsku steypakappingina, tá teir á útivølli máttu lúta fyri Brøndby

Dong-Cup


Lagt varð upp til stórdyst, tá FCK mikukvøldið fór til Brøndby, har áttandapartsfinalan í donsku steypakappingini stóð á skránni.


Saknðau stálið

Tað var undan dystinum greitt, at FCK ikki kundi gera nýtslu av norska stálinum á miðvøllinum, Ståle Solbakken. Hann meiddi sær knæðið móti Viborg, og er enn ikki førur fyri at spæla við fullari megi.

Skjótt gjørdist eisini greitt, at saknur var í norska spælskiparanum á FCK-miðvøllinum. Brøndby vann sær rættiliga skjótt eitt yvirtak á miðvøllinum, har serliga Mikkel Jensen skaraði framúr.

Tað var eisini Mikkel Jensen, sum longu í fjórða minutti legði heimaliðið framum, tá hann sera hegnisliga legði bóltin í handara málhorn úr vinstru síðu.


Royndu at trýsta

Hóast talan ikki á nakran hátt var um ein keðiligan dyst, so var spælið seinastu 86 minuttirnar sera einstáttað.

FCK royndi at trýsta, og teir komu eisini fram til einstakar møguleikar, men aloftast vóru teir ov seinir at skjóta, soleiðis at tað eydnaðist verjuni at koma ímillum.

Hinvegin dúvaði Brøndby alla tíðina upp á skjót mótálop, og fleiri ferðir íkomu vandamiklar støður av hesum.

Tað skuldi tó eitt hornaspark til, áðrenn Brøndby kundi sláa sigurin fastan, FCK verjan fekk ikki ruddað bóltin burtur, og so kundi Ruben Bagger senda bóltin í netið Tá vóru 57 minuttir leiktir.

Todi Jónsson, sum var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og hinir liðfelagarnir royndu framhaldandi at trýsta, men tað gjørdist meira og meira sannlíkt, at talan skuldi gerast um tap.

Størsta møguleikan fekk FCK, tá tíðin var um at vera liðin. Zuma, sum av hyggjarunum hjá TV3+ varð kosin til besta leikara á vøllinum, varð rendur um koll í brotsteiginum.

Suðurafrikanarin tók sær sjálvur av brotssparkinum, men málverjin vardi fyri veika skotinum, og so var sloppið hjá Brøndby. Málið hevði tó helst verið týdningarleyst, tí fá sekund seinni floytaði dómarin dystin av.


Hugsað um superliguna

Hóast tapið í steypakappingini, so munnu Todi og teir ikki hava mist vónina um eitt gott kappingarár.

Í superliguni eru teir framvegis væl við í oddinum, og komandi umfarið skulu teir royna seg á heimavølli móti einum øðrum oddaliðið, Silkeborg. Ein sigur í hesum dysti kann fáa stóran týdning, tí oddaliðið, Brøndby, hevur samstundis truplan útidyst móti FCM.

OB við Johan B. Hansen skal tá royna seg móti AB, meðan Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir skulu til Århus at spæla sera týdningarmiklan botndyst móti AGF. Óli Johannesen er framvegis sáttmálabundin at AGF, men roknað verður ikki við, at hann fer at vera nýttur, nú hann hevur gjørt sáttmála við Hvidovre. Sáttmálin tekur við 1. januar.