FCK tapti aftur

Hóast leikliga yvirvág eydnaðist tað heldur ikki hesu ferð hjá Toda og teimum at fáa trý stig við sær aftur úr Jyllandið.

Mánadagin leikti FCK á útivølli móti nýggja superliguliðnum, FC Midtjylland.

Serliga í fyrra hálvleiki hevði FCK stóra leikliga yvirvág, men hóast teir báðir áleypararnir, Pascal Simpson og Harald Brattbak, høvddu fleiri møguleikar, so eydnaðist tað ongantíð at at leggja seg á odda.

Í seinna hálvleiki kom heimaliðið nógv betur við í dystin, og tað eydnaðist teimum eisini at leggja seg á odda, tá 55 minuttir vóru leiktir.

Eisini eftir hetta hevði FCK onkrar góðar møguleikar, og millum annað rakti Simpson tvørstongina ta einu ferðina, meðan heimaliðið í hinum endanum eisini skeyt á stongina.

Todi Jónsson var við frá byrjan, men varð skiftur út í 71. minutti.

Samanumtikið eitt úrslit, sum høvuðsstaðarfelagið við stórslignu ætlanunum ikki kann vera nøgt við. FCK er nú á 10. plássið í superliguni við 4 stigum fyri 5 dystir.

Komandi umfar verður stórdystur, tá FCK á heimavølli tekur móti Brøndby. Ein dystur, sum skal vinnast, um FCK ætlar sær at gera ætlanir sínar um kappingarárið til veruleika.