FCK í tómgongd ímóti botnliði

Brøndby og Esbjerg tóku ikki av, tá ið tey fingu møguleikan at koma eitt vet nærri oddaliðnum

SUPERLIGAN

Hóast FCK ikki megnaði at vinna, tá ið teir sunnudagin vitjaðu botnliðið AB, so er munurin niður til næstfremsta plássið framvegis seks stig. Brøndby og Esbjerg høvdu møguleikan at toga seg nærri toppinum, tá ið hesi bæði liðini seint seinnapartin sunnudagin stríddust í Brøndby, men dysturin endaði 1?1.
Brøndby var ágangangdi fyrsta hálva tíman. Teir fingu eitt fínt mál við langskoti, og teir høvdu fleiri góðar málmøguleikar, men so dovnaðu teir eitt sindur. Í 2. hálvleiki trýsti Esbjerg fyri at fáa mál. Teir fluttu fólkið langt fram, og Brøndby hevði møguleikar í snarálopum. Men tað eydnaðist Esbjerg at javna.
Todi Jónsson var ímillum teir fyrstu ellivu, tá ið FCK var í Gladsaxe. Hann var í álopinum saman við Peter Møller. Jörgen Pettersson var enn eina ferð heilt uttan fyri liðið, tí hann var ikki komin fyri seg eftir lærskaða.
Talan var fyri tað mesta um tómgongd. Ferðin var einki at reypa av, og uppløgdu málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir. Kanska hevði Todi Jónsson tveir teir størstu hjá FCK. Í fyrra førinum varð hann spældur blankur mitt fyri. Stephen Andersen, málverjin hjá AB, kom út ímóti, og hann hálva vegna setti seg á bóltin, tá ið Todi royndi at stinga bóltin ímillum beinini á honum.
Seinni møguleikin stóðst, tá ið Zuma breyt ígjøgnum í høgru og legði innfyri til handara stólpan. Todi var í góðari støðu. Hann royndi við høvdinum, men hann rakti ikki bóltin, sum sigldi framvið fleiri verjusælarum.
Í síðstu løtu hevði AB risa møguleika. Fyrrverandi FCK spælarin, Heine Fernandez, spældi ein liðfelaga púra blankan mitt fyri málinum, men royndin við innaru síðuni brast í tvørtræið, áðrenn bólturin fór út til málspark.

Fleiri ferðir javnt
Umframt teir báðar omanfyri nevndu dystirnar, so endaðu fleiri aðrir eisini við javnleiki. Silkebog kom á odda í grannauppgerðini ímóti FCM, men tað endaði 1?1. OB tóktist hava tak á tí ímóti AGF. Men í Odense endaði tað kortini við 2?2 javnleiki. Í 2. hálvleiki trýsti heimaliðið, men tað var bara AGF, sum skoraði mál í snarálopi.
Flestu málini komu sunnudagin í Køge, har heimaliðið vann fyri fyrstu ferð á heimavølli í tveir mánaðir. Uppflytararnir høvdu vitjan av hinum uppflytaraliðnum, Farum, sum higartil hevur staðið seg betri enn Køge.
Heimaliðið var á odda 3?0 í 1. hálvleiki. Spenningurin kom í aftur, tá ið toppskjúttin í superliguni, Nichlas Hindsberg, skoraði tvær ferðir. So trýsti Farum fyri at javna, men tað var heimaliðið, sum skoraði til 4?2.
Leygardagin var grannauppgerð í Jyllandi, tá ið AaB vitjaði Viborg, sum er í rættuliga trongum skóm. AaB vann 3?1, og stóri maðurin hjá teimum stríputu var estlendski landsliðsspælarin Andres Oper, sum gjørdi øll trý málini.