FCK í týðandi pengadysti

Danska felagið FC Keypmannahavn skal í kvøld royna at vinna seg inn í Champions League kappingina, har veruliga gullið í europeiskum fótbólti liggur. Nógvar spennandi avbjóðingar eru í bólkaspælinum í Champions League, og nógvir pengar eru at vinna. FCK spælir í kvøld seinna dystin ímóti Ajax í Amsterdam, og eftir 2-1 tapi á heimavølli skal FCK skora í minsta lagi tvey mál í Amsterdam í kvøld. Venjarin Ståle Solbakken er bjartskygdur og trýr upp á møguleikan, hóast tað verður trupult, og hann heldur, at kontraálop og deyðbóltsstøður skulu geva FCK neyðugu málini. Kanal 5, sum millum annað sæst á Televarpinum, vísir dystin millum Ajax og FCK í kvøld frá klokkan 19.30.