FCK styrkti sína støðu

AGF sigurin á FCM hevði við sær, at FCK er uppaftur betri fyri í toppstríðnum, og at Hergfølge nú bara kappast við AB um at sleppa undan niðurflyting

 

Superliga


Tað var so gott fótbóltslag í Århus mánakvøldið, sum tað ikki hevur verið leingi. AGF hevur havt afturpartin í vatnskorpuni alt kappingarárið. Áskoðararnir høvdu mist mótið um, at tað skuldi eydnast at varðveita sessin í bestu deildini, peningaligu stuðlarnir hildu seg burtur, og tað tóktist sum um eingin vildi vita av gamla stórfelagnum.

Nú er rættulig vend komin í. Knapt sjey túsund áskoðarar møttu mánakvøldið. Liðið hevur rættuliga havt undanvind, síðani gamli generalurin í verjuni, John Stampe, sum eina ferð áður hevur verið bjargingarmaður í venjarasessinum, tók ábyrgdina á seg, tá hin venjarin segði upp.

Hesa ferð vitjaði FCM, sum við sigri hevði havt møguleika at leggja seg einsamalt á odda í superliguni. Tvær ferðir áður hava hesi liðini spælt í landskappingini í hesum kappingarárinum. Báðu ferðirnar hevur AGF vunnið, og AGF vann eisini hesa ferð. 2?0 sigurin ber við sær, at teir rættuliga hava lagt sjógv ímillum seg og AB og Herfølge, sum stríðast um at sleppa undan øðrum niðurflytingar plássinum.

Herfølge fer í kvøld at spæla á útivølli í Lyngby.

FCM var ágangandi ímóti AGF. Oddaliðið trýsti, og teir høvdu fleiri møguleikar, men teir fingu einki mál. Heimaliðið var væl skipað í verjuni, teir høvdu ein fínan málverja, og so dúvaðu teir upp á mál í snarálopum.

Fimm minuttir eftir steðgin fekk Bo Nielsen mál. So styrknaðu fyritreytirnar hjá AGF at verja. FCM trýsti uppaftur meiri, men teir megnaðu ikki at skora, og í evstu løgu økti Bo Nielsen, sum nú hevur skorað átta mál í átta dystum, til 2?0.

AGF sigurin hevði við sær, at tað er púra greitt, at FCK er næstfremst, nú tað resta seks umfør í hesum kappingarárinum. Brøndby er eitt stig frammanfyri FCK, Silkeborg og FCM, sum øll hava sama stigatal.