FCK styrkir verjuna

Felagið skal helst leita eftir nýggjum áleypara fyri Toda Jónsson, men fyri fyrst tykjst teir hava styrkt um sterkastu verjuna í landinum

Superliga

Síðani tað gjørdist greitt, at hvørki Todi Jónsso ella Rune Pedersen fóru at leingja um sáttmálar sínar við FCK, hevur nógv verið tosað í donsku miðlunum um, hvørjar leikarar FCK fór at fáa í felagið ístaðin.
Á málverjasessinum hevur ikki verið so nógv at hoyrt, og tó at tað heldru ikki hava verið so nógv álopsnøvn nevnd, so hevur okkurt verið tosað um ein evnaríkan ungan argentinkan áleypara.
Hinvegin tykist FCK nú brádliga at hava styrkt um aðrar partav av verjuni. Framman undan er lítið at ivast í, at verjuparturin á liðnum er hin sterkasti í Danmark, og nú er so líkt til, at liðið verður enn betri fyri í so máta.
Mánadagin skuldi FCK væntandi gera avtalu við fyrrveradi danska landsliðsleikaran, Ole Tobiasen. Tobiasen spældi í FCK, áðrenn hann á sinni varð seldur til Herenveen. Har gekst somikið væl, at Ajax gjørdi av at keypa hann, og her fekk hann veruliga gjøgnumbrot sítt.
Tríggir fylgjandi krossbandsskaðar í knænum gjørdu tó sítt til, at talan gjørdist um alt ov fáar dystir í Ajax, og grundað nógvu skaðarnar vildi felagið ikki leingja sáttmálan við leikaran, og hevur hann tí í eitt ár spælt við AZ Alkmaar, haðani FCK nú hevur keypt hann.
Ole Tobiasen er í dag 27 ára gamal, og kann spæla bæði í miðverjuni og á høgra bakki, og so er spurningurin, hvar Hans Bäcke fer at gera nýtslu av honum.