Danmark
Aðrastaðni á hesum síðum sæst, at tað tykist sannlíkt, at FCK ikki hevur verjuálitið, Jacob Laursen, í hópinum komandi kappingarár. Eisini hóast Laursen sjálvur avvísur hesi tíðindi á heimasíðuni hjá FCK.
Tað er tó ikki bert søla av leikarum í FCK, sum slaturin gongur um í hesum døgum. Sambært enskum keldum hevur ætlanir um at keypa danska Per Frandsen, sum vanliga húsast á miðvøllinum hjá Bolton.
Bolton hevur just tryggjað sær uppflytan til bestu ensku deildina, men fíggjarligu viðurskiftini í felagnum eru ikki av teimum bestu, og tí verður tað mett sum neyðugt at selja leikarar av og á.
Sambært miðlunum í Onglandi hevur FCK boðið á leið seks mió.kr. fyri miðvallaran.