Eftir at fleiri leikarar hava leitað sær burtur úr FCK, er høvuðsstaðarfelagið farið undir at styrkja hópin við nýggjum leikarum.
Tann seinasti nýggi leikarin er Martin Albrechtsen. Hann er verjuleikari og varð keyptur frá grannunum í AB, sum var komið í penganeyð og mátti selja leikarar fyri at halda tørn.
Martin Albrechtsen er bara 21 ára gamal, men hevur longu spælt á danska landsliðnum. Hann verður mettur sum eitt tað størsta talentið í donskum fótbólti í løtuni. Okkurt evropeiskt stórfelag fer óivað at dyrgja eftir honum seinni.
FCK vil ikki upplýsa prísin fyri verjuleikaran, men Ekstrablaðið vil vera við, at AB fær 9 milliónir krónur fyri Albrechtsen. AB fær eisini 10%, um FCK selur hann til annað felag.
Albrechtsen skal vera avloysari hjá Jacob Laursen, ið skifti til Leicester í seinastu viku.
Umframt Albrechtsen er ein annar verjuleikari eisini byrjaður í felagnum. Talan er um Bora Zivkovic, sum er komin úr Silkeborg. Felagið hevur gjørt avtalu við leikaran fyri langari tíð síðani, men hann hevur enn ikki spælt sín fyrsta dyst fyri FCK.
Í blaðnum í gjár varð nevnt, at FCK eisini hevur keypt 30 ára gamla norðmannin Erik Mykland. Hesin leikarin er royndur á landsliðnum og hevur spælt við 1860 München, áðrenn hann bleiv ósamdur við venjaran, sum tí fegin vildi sleppa av við Mykland.
Tað tykist tí sum FCK av álvara hevur styrkt sær hópin eftir at Jacob Laursen, Thomas Rytter, Thomas Thorninger og Christian Poulsen hava gjørt avtalu við útlendsk feløg.
Tað seinasta nýggja er, at Niclas Jensen eisini er á veg burtur. Danskir fjølmiðlar siga í dag, at hann hevur gjørt avtalu við enska felagið Manchester City. FCK hevur einki ímóti at selja leikaran nú, tí í summar er sáttmálaskeiðið runnið, og hann vil ikki gera nýggjan sáttmála.
Góður trupulleiki
Eingin ivi er nú um, at hóast FCK hevur mist fleiri leikarar, so hevur felagið fingið avbera góðar avloysarar ístaðin.
Venjarin Hans Backe hevur eitt sterkan hóp at ráða yvir, og í fleiri førum hevur hann ov nógvar góðar leikarar at velja ímillum.
Venjarin hevur latið orð falla um, at Todi Jónsson kanska verður fluttur út á vinstra vong, nú hann er klárur aftur. Orsøkin til hetta er, at liðið hevur ov nógvar áleyparar. Tí verður pláss gjørt fyri Toda longri afturi á vøllinum.
Tó hevur venjarin ikki tikið støðu til, hvussu hann fer at seta liðið, nú so stór útskifting hevur verið í hópinum.