Manchester United, Real Madrid, PSG, Bayern Munchen og Manchester City vunnu allar sínar dystir greitt, meðan Juventus bara fekk javnleik í Parkini.
Bólkur A:
David Moyes vann í kvøld sín fyrsta dyst í einum Champions League bólkaspæli. Manchester United vann 4-2 á Leverkusen. Wayne Rooney skoraði tvey av málunum. Leverkusen kom upp á 1-1, men so svaraði Manchester Unite aftur og kom upp á 4-1.
Í hinum dystinum í bólki A vann Shakhtar Donetsk 2-0 á útivølli móti Real Sociedad. Alex Teixeira skoraði bæði málini.
Bólkur B:
FCK stóð fyri óvæntaða úrslitinum, tá teir fingu 1-1 javnleik móti Juventus. Nicolai Jørgensen legði FCK á odda. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Fabio Quagliarella. Juventus hevði fleiri møguleikar at fáa avgerandi málið, men Johan Wiland bjargaði øllum.
Real Madrid vann ikki minni enn 6-1 í Turkalandi móti Galatasaray. Cristiano Ronaldo skoraði hattrick, Karim Benzema skoraði tvey mál, meðan Isco skoraði eitt.
Bólkur C:
Nýríka PSG vann 4-1 í Grikkalandi móti Olympiakos. Edinson Cavani legði gestirnar á odda, Fyrrverandi Manchester City spælarin, Vladimir Weiss javnaði fyri vertirnar, áðrenn Thigo Motta tvær ferðir skoraði fyri PSG. Marquinhos setti punktum fyri einum dysti, har Zlatan Ibrahimovic brendi brotsspark.
Í hinum dystinum vann Benfica 2-0 á Anderlecht.
Bólkur D:
Verandi Champions League vinnarnir úr Bayern Munchen vunnu 3-0 á CSKA Moskova, meðan Manchester City somuleiðis vann 3-0 á útivølli móti Victoria Plzen.
Champions League:
Bólkur A:
Manchester United – Leverkusen 4-2
Real Sociedad – Shakhtar Donetsk 0-2
Bólkur B:
FCK – Juventus 1-1
Galatasaray – Real Madrid 1-6
Bólkur C:
Benfica – Anderlecht 2-0
Olympiakos – PSG 1-4
Bólkur D:
Bayern Munchen – CSKA Moskova 3-0
Viktoria Plzen – Manchester City 0-3