FCK í steypafinaluni

Høvuðsstaðarfelagið fekk javnleik í seinnu hálvfinaluni, og vann sostatt samanlagt móti Esbjerg, so nú er klárt til finaludystin, sum verður í Parkini Kristi Himmalferðardag

Dong-Cup

Todi Jónsson kom ikki á vøllin, men hann kundi tó saman við liðfeløgunum fegnast um, at FCK nú hevur tryggjað sær sætið í donsku steypafinaluni.
Eftir at FCK í fyrra dystinum móti Esbjerg hevði vunnið 1-0, skuldi liðið bara halda javnleikinum, tá teir vitjaðu í Esbjerg, og hetta eydnaðist eisini í einum dysti, sum ongan tíð gjørdist tann heilt stóra leikliga upplivingin.

Dovnaði
Frá dystarbyrjan hevði Peter Møller hesa ferð fingið møguleikan ístaðin fyri Toda í álopinum, og eftir einum tíggju minuttum var tað um reppið, at hann legði FCK á odda, tá hann úr spískum smekkaði til móti málinum, men skotið fór beint uppum.
FCK hevði tá longu havt ein góðum møguleika, sum Zuma tó sendi beint framvið, ogh yvirhøvur tóktust gestirnir vera sera væl fyri, men so við og við fánaði álopsspæl teirra burtur í várlýkkuni í Esbjerg.
Tað vóru sum so heldur ikki gestirnir, sum skuldu skapa nakað, og eftir kátu byrjanina, gjørdist talan eisini í nógv størri mun um taktiskt spæl. FCK vildi ikki vága ov nógv frameftir, nú teir kortini høvdu samlaða munin, og heimaliðið hevði snøgt sagt ikki tær dygdirnar, sum krevjast, um tann fyri tíðina so væl virkandi FCK-verjan skal latast upp.
Í seinna hálvleiki var søgan í stórum tann sama. FCK hevði valla nakra veruliga roynd móti málinum hjá Esbjerg seinastu trý korterini, og tó at tað nógva av spælinum framhaldandi gekk fyri seg á hálvuni hjá FCK, so gjørdist ongan tíð talan um heilt vandamiklar støður, og tí kundu gestirnir fegnast um samlaða sigurin, tá dysturin var lokin.

?Føroysk? mótstøða
Hvat mótstøðuliðið hjá FCK verður í finaluni, var ikki greitt fyrr enn fríggjakvøldið eftir evstamark okkara, men undir øllum umstøðum er greitt, at talan verður um lið við føroyskum tilknýti.
Mótstøðuliðini í hinari hálvfinaluni eru nevnliga felagið hjá Atla Gregersen, Randers Freja, og felagið, sum annars útlænti Johan Byrial Hansen hevur sáttmála við, OB.
Fyrru hálvfinaluna í Odense vann OB við einum máli móti ongum, og tó at talan er um felag úr næst bestu donsku deildini, so varð óttin í Odense stórur fyri, at einsamalla málið á heimavøli ikki fór at verða nóg mikið.
Undir øllum umstøðum, so er lítið at ivast í, at FCK veðrur mett sum favorittur, tá farið verður undir sjálvan finaludystin. Soleiðis sum liðið hevur leikt eftir vetrarsteðgin, er neyvan nakað danskt mótstøðulið, sum kann standa teimum kurl, og tá dysturin eisini verður leiktur á heimavøllinum hjá FCK framman fyri hópi av trúføstum heimaáskoðarum, so eru leiklutirnir greiðir. Hvørt hvítu leyvurnar so megna at standa ímóti trýstinum, sum hetta leggur á teir, er ein onnur støða, men í fjør sóðu vit í øllum førum, at liðið trívist í stóru dystunum.