Eftir landsliðssteðg fer 5. umfar í bólkaspælinum í Champions League av bakkastokki í kvøld. Tað er nú, at teir heilt avgerandi dystirnir verða spældir. Fleiri eru liðini, sum í kvøld hava møguleika at tryggja sær víðari luttøku til áttandapartsfinalurnar, ið verða spældar, tá ið kappingin byrjar í februar 2017.
Í bólki G spælir danska høvuðsstaðarfelagið, FCK, sera týdningarmiklan dyst á heimavølli ímóti FC Porto. FCK hevur fimm stig eftir fýra dystir, meðan portugisiska FC Porto hevur sjey stig. Tað verður helst bert eitt av hesum liðum, ið spælir seg víðari úr bólkaspælinum saman við oddaliðnum í bólkinum, enska Leicester, sum hevur 10 stig. Leicester spælir í kvøld ímóti Club Brugge, og vinnur enska meistaraliðið hendan dystin, so er víðari luttøkan tryggjað.
Vinnur FC Porto ímóti FCK í Keypmannahavn, so er eisini staðfest, at FC Porto og Leicester koma víðari.
Í bólki G spælir Real Madrid seg eisini víðari úr bólkaspælinum, um spanska kongafelagið megnar so mikið sum ein javnleik ímóti Sporting í Lissabon. Hetta er ein heilt serligur dystur fyri størstu stjørnuna hjá Real Madrid, Cristiano Ronaldo, tí at tað var í Sporting, at Ronaldo spældi í síðstu barndóms- og ungdómsárum sínum, áðrenn hann varð keyptur til Manchester United.
Allir kvøldsins dystir síggjast niðanfyri:
Bólkur E:
CSKA Moskva - Bayer Leverkusen
Monaco - Tottenham
Bólkur F:
Borussia Dortmund - Legia Warszawa
Sporting Lissabon - Real Madrid
Bólkur G:
FCK - FC Porto
Leicester - Club Brugge
Bólkur H:
Dinamo Zagreb - Lyon
Sevilla - Juventus









