Nú tykist tað vera greitt, at um grasvøllurin í Gundadali skal takast í nýtslu fríggjadagin 9. juli, so verður tað ikki í sambandi við ein dyst millum føroyska landsliðið og FCK.
Í fyrradagin varð lutur kastaður um, hvussu tað skal spælast í Intertoto Cup kappingini. Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge skulu leygardagin/sunnudagin 19./20. juni spæla á heimavølli móto slovakiska MSK Zilina, og eina viku seinni skal Herfølge niður til Slovakia.
Todi Jónsson og teir í FCK hava frí í fyrsta umfarinum, og tað vil siga, at teir koma upp í part í øðrum umfari, sum verður spælt í vikuskiftunum 3./4. og 10./11. juli. Mótstøðuliðið verður vinnarin av uppgerðini í fyrsta umfarinum millum pólverska Polonia Warzawa og FC Tilipul úr Moldovia.
Tað eru 60 lið við í Intertoto Cup kappingini, og tey kappast um trý pláss í UEFA Cup kappingini. Men tað eru fleiri nálareygu at fara ígjøgnum, áðrenn vegurin í stóru europeisku kappingarnar opnar seg, tí tey liðini, sum koma longst og harvið vinna sær pláss í UEFA Cup skulu spæla fimm umfør.
Leita eftir fólki
Tað verður framvegis sagt og skriva nógv um, at Brian Laudrup fyrr í vikuni so brádliga boðaði frá, at hann ætlar sær ikki at halda fram í FCK. Venjarin hevur sagt, at hann sær onga orsøk til at hava kenda mannin á liðnum, og stjórin í felagnum hevur sagt, at hann hevur biðið umboðsmenninar hjá felagnum í Svøríki, Týskalandi og Bretlandi um at fylgja væl við fyri at fáa eygu á møguligar nýggjar spælarar til felagið.
Tað er ikki bara Brian Laudrup, sum ikki heldur fram í felagnum. Nú er tað eitt sindur síðani, at liðformaðurin, Peter Nielsen, boðaði frá, at hann fer at spæla fótbólt aðra staðni í Danmark, tá hetta kappingarárið verður liðugt um tvær vikur.