ÚTISETAR
Dreymurin hjá FCK at fáa Brøndby aftur og harvið at vinna meistaraskapin er longri frá veruleikanum nú, enn hann var undan vikuskiftinum.
FCK hevði í Parkini vitjan av grannunum AB. Ikki færri enn 17.500 áskoðarar møttu upp. Sjálvandi vóru tey flestu FCK viðhaldsfólk. Tey staðfestu tað, sum tað so ofta verður tikið til í Onglandi. Har verður sagt, at tað er torførari hjá feløgum í London at vinna meistaraskapin, enn tað er hjá øðrum feløgum. Orsøkin verður søgd at vera, at tað eru so nógv feløg í høvuðsstaðnum í bestu deildini. Grannadystirnir eru altíð tættir, og tí missa eitt nú Arsenal og Chelsea fleiri stig ímóti lægru staddu høvuðsstaðarfeløgunum, enn eitt nú Liverpool og Manchester United gera.
Um hagtølini tey seinnu árini eru í tráð við hesa útsøgnina, vita vit ikki, men soleiðis verður ofta tikið til í Onglandi.
Í Keypmannahavn kunnu teir í FCK skriva undir uppá, at teir ofta hava havt tað strevið ímóti Lyngby, sum nú er farið púrasta í hundarnar, og ímóti AB.
Nógvu áskoðararnir vóru vitni til gott undirhald í Parkini. FCK var leikliga greitt omaná, men teir megnaðu ikki at fáa úrtøku burturúr góðum møguleikum. Todi Jónsson var á vøllinum fyrstu 75 minuttirnar. Hann var einar tríggjar ella fýra ferðir í støðum, sum væl kundu havt mál við sær, men tað eydnaðist ikki.
Í síðstu viku segði Zuma, at tað gekk best hjá honum, tá hann hevði Toda undir liðini. Sunnudagurin vísti, at tað roynist best hjá Toda, tá hann hevur Zuma undir liðini. Zuma var sjúkur í síðstu viku. Leygardagin ljóðaði, at hann fór at vera við ímóti AB, men hann var ikki nóg væl fyri at spæla.
Tá Todi, sum í BT fekk sjey fyri avrikið, fór av vøllinum, kom Carsten Fredgaard inn. Peter Møller spældi alla tíðina fyri Zuma. BT gav honum ikki betri skoðsmál enn eitt fimm tal.
Tvey omanfyri FCK
Undan vikuskiftinum var tað roknað meiri sannlíkt, at munurin frá Brøndby og til FCK skuldi styttast tvey stig, heldur enn at hann skuldi leingjast. Men kortini longdist hann.
Brøndby var í Silkeborg, og har eydnaðist teimum at fáa fult. Men tað stóð nógv á. Mogens Krogh í málinum hevði fleiri meistarligar bjargingar, áðrenn tað á tímanum eydnaðist BIF at koma á odda. Eitt korter seinni javnaði Silkeborg, og tá tað bara restaðu tríggir minuttir, var tað Peter Madsen, toppskjúttin hjá Brøndby, sum skoraði sigursmálið.
AaB fór sunnudagin framum FCK. Teir vóru í Lyngby, og har var eingin ivi. Gestirnir vunnu 7?0, og teir høvdu møguleikar at vinna uppaftur meiri. Nýggju Lyngby spælararnir hildu í vetur, at tað var spennandi og ein stór avbjóðing, at teir burturúr ongum komu í superliguna. Tað hevur síðani vetrarsteðgin verið sjónligt, at tað krevst meiri enn góður fótbóltshugur at standa seg í bestu deildini, og tað varð aftur sunnudagin so rudduliga staðfest.
Esbjerg helt tørn um fjórða plássið, tá teir á heimavølli vunnu 2?0 ímóti AGF, sum framvegis er í vanda fyri at missa plássið í bestu deildini.
Christian Høgni í ein tíma
Við málleysum javnleiki á heimavølli ímóti FC Midtjylland lyfti Vejle seg upp um niðurflytingar strikuna. Við føroyskum eygum var tað hugaligt at staðfesta, at Christian Høgni Jacobsen var valdur millum teir fyrstu ellivu á heimaliðnum í Nørre skóginum.
Christian Høgni spældi ein lítlan tíma. So varð hann avloystur av fremmanda manninum Jader Spindler. Ofta vísir tað seg, at spælararnir, sum verða skiftir út, fáa harðan dóm í fjølmiðlunum, og serliga tá talan er um serliga kendar spælarar. Hetta kann Christian Høgni skriva undir uppá. Í BT fekk hann eitt fimm tal.
OB hevði ikki tapt í tíggju dystum, tá teir fingu vitjan av Viborg, sum leingi var í vanda fyri at flyta niður, men sum nú tykist vera sloppið undan tí hóttanini. Viborg punkteraði góðu gongdina hjá OB. Søren Frederiksen skoraði einasta málið, tá ein hálvur tími var farin.