FCK sløkti stjørnurnar

Ensku heimsstjørnurnar kláraðu ikki at skora mál, og so vassaði ein svenskur álopsspælari inn í ævintýrið og skoraði sigurmálið, tá ið FCK vann sín helst størsta sigur nakrantíð


(Keypmannahavn): Tað var mest sum tikið úr einum ævintýri hjá H.C. Andersen, tá ið FC Keypmannahavn í gjárkvøldið skapti sensatión í europeiskum fótbólti og vann á stórfelagnum Manchester United.
Eingin hevði veruliga roknað við hesum undan dystinum. FCK hevur havt trupulleikar við at gera mál í undanfarnu dystunum, og i trimum royndum varð tað bert blivið til eitt stig undan stórdystinum ímóti United.
Og so var tað knappliga, at tað bar til hjá FCK. Danska stórfelagið, sum í europeiskum samanhangi ikki er stórfelag, lítur á eina sterka verju og ein góðan málmann, og so skulu teir skapa onkrar kjansir – millum annað við deyðbóltum.
Mikukvøldið vardi FCK væl stóran partin av tíðini, og sjey minuttir fyri tíð skoraðu teir eftir hornaspark. 1-0 til FCK, og so sløknaðu United-stjørnurnar í heystarkuldanum í Keypmannahavn.
 
Ivaðust ikki í sigrinum
Hetta var næstan eitt klassiskt dømi um ein favoritt, sum ikki veruliga spennir seg út, tí roknað verður ikki við, at tað kann ganga galið. Og so hendir tað. Eitt sindur av óhepni, onkur minni feilur, og so er tað ikki so stuttligt meira.
Undan dystinum tóktust teir á liðnum hjá Manchester United rættiliga vísir í, at teir fóru at vinna. Venjarin royndi at gera tað til eina trupla uppgávu, men tað tóktist ikki serliga sannførandi. Spælararnir líktust ikki teimum mest spentu spælarunum, tá ið teir komu á vøllin til seinastu venjingina undan dystinum, og hóast teir royndu at lyfta seg sjálvar í sambandi við dysti, var tað heldur ikki nóg mikið.
Harafturat vóru fimm av stuðulsspælarunum uttanfyri – antin smáskaddir ella settir á beinkin fyri at hvíla.
 
Tóku ikki sínar kjansir
Manchester United var tað betra liðið. Teir høvdu meira spæla og størru kjansirnar. Rooney hevði tveir góðar møguleikar at skora, Scholes var fríur og O’Shea hevði kanska størsta kjansin av øllum, men hann sendi fram við málinum.
FCK byrjaði dystin væl, trýstu í 10 minuttir og vóru væl við allan fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki gjørdist tað meira tungt, men teir royndu. Góðar sjey minuttir fyri tíð sendu teir horna inn fyri málið, og støðan endaði við, at svenski álopsspælarin Marcus Allback kom at standa leysur mitt fyri málið, og hann fekk onkursvegna oyst bóltin í málið til 1-0.
Hetta gjørdist eitt minniligt kvøld fyri FCK og danskan fótbólt. Nipnu United-stjørnurnar noyddust av vøllinum við ongum, meðan heimaáskoðararnir dansaðu og sungu av gleði, og FCK-spælararnir hálsfevndust á vøllinum.