Spælarar hjá FC Keypmannahavn verða væntandi settir í samband við ólóglig evni í eini sjónvarpssending, sum TV2 fer at senda mánakvøldið.
Hetta skrivar danska Ekstrablaðið í gjár.
Blaðið hevur fingið frænir av innihaldinum í sendingini, og í FCK eru tey bæði skelkað og í øðini um dopingslaturin.
- Spælararnir eru skelkaðir, og eg brýggi meg ikki um arbeiðslagið hjá TV2, sigur ein østur Niels Christian Holmstrøm, sum er ítróttarstjóri í FCK.
Sendingin hjá TV2, sum kallast ?Det Magiske Vand?, fer at seta evni sum anabolskar steroidir og amfetamin í samband við fleiri spælarar í einum stórum superligafelagi, og fleiri onnur felag verða sett í samband við evni amfetamin.
TV2 hevur keldur í umhvørvinum, sum selir slík evni.
Á fundi við TV2
Ekstrablaðið sigur, at tveir FCK-spælarar í síðstu viku biðin um at koma á fund við tveir TV2 journalistarnar. Tá spælararnir komu aftur frá fundinum, greiddu teir ítróttarstjóranum í FCK frá um hendingina.
Niels Christian Holmstrøm savnaði mánadagin allar spælararnar á fundi, har hann og teir báðir spælararnir greiddu frá um tað, teir høvdu verið úti fyri.
Síðani hevur ítróttarstjórin forða fyri, at tveir aðrir spælarar gjørdu samrøður við TV2.
Niels Christian Holmstrøm sigur við Ekstrablaðið, at hann brýggjar seg ikki um, at FCK verður nevnt í slíkum samanhangi, og tá ítróttarstjórin fer at hyggja eftir TV2-sendingini mánakvøldið, verður tað helst saman við einum advokati.
Eingi nøvn eru enn sett á teir FCK-spælararnar, sum eftir øllum at døma verða settir í samband við ólógligu evnini.










