FCK skeiklaði um gáttina

Hóast dyrnar leingi stóðu víðopnar hjá Toda og liðfeløgunum at sleppa upp í part millum teir bestu í Europa, so kiksaði tað í síðstu løtu

FCK ÚR EUROPA CUP

Enn hevur eingin føroyingur roynt seg í fremstu liðkappingini í Europa í fótbólti. Undan mikukvøldinum vóru vánirnar og vónirnar góðar fyri, at Todi Jónsson skuldi vera fyrsti føroyingurin, sum rakk so langt. Nú er greitt, at tað verður hann ikki ? í hvussu so er ikki í hesum umfarinum!
Fyri FCK og danskan og norðurlendskan fótbólt sum heild var tað stórt vónbrot, at tað ikki eydnaðist mikukvøldið á heimavøllinum í Parkini at taka av stóra møguleikanum, sum stóð FCK í boði, eftir at teir høvdu megnað 1?1 á Ibrox í Glasgow.
Glasgow Rangers vann 2?1, og harvið vóru tað teir og ikki FCK, sum spældu seg í bólkaumfarið. Tað er lítið sannlíkt, at tað fer at bera donskum feløgum til at fáa eitt lættari mótstøðulið og harvið ein betri møguleika at sleppa upp um gáttina til stóru ítróttarligu avbjóðingarnar og stóru peningaupphæddirnar, enn FCK hevði í hesum førinum. Danskur liðfótbóltur er harvið bumbaður ikki so lítið aftur ? í hvussu so er sammett við tað støðið, sum teir sjálvir høvdu roknað við, at teir vóru á.

Mistøkini kostaðu
Todi Jónsson var millum teir fyrstu ellivu í avgerandi avbjóðingini hjá FCK, og hann var á vøllinum í ein góðan tíma. Fyrstu trý korterini gekk alt fyri seg eftir treytunum, sum FCK setti. Teir høvdu ikki skund, og teir vóru eitt lítið sindur varnir, uttan at teir tó lógu heilt aftarlaga á vøllinum. Todi og Zuma fingu ikki so ógvuliga góða hjálp frá aftaru monnunum. Tað var sjáldan, at FCK rættuliga spældi seg ígjøgnum í borðunum og legði innfyri. Heldur var talan um langar stikkbóltar til fremstu menninar, sum onkra ferðina í samanspæli og onkra ferðina í sjálvdrátti næstan komu í góðar støður. Teir høvdu onkrar royndir ímóti málinum, men tær vóru ikki vandamiklar.
Tá ið Glasgow setti hol á, og tá ið teir øktu til 2?1 var talan um mistøk í FCK verjuni, sum eirindarleyst vórðu sektaði. Í fyrra førinum var talan um óneyðugt fríspark, sum málverjin bara hálvbjargaði og so varð brotsspark. Í seinna førinum var talan um langt innkast, sum tríggjar minuttir undan leikloki, tá ið støðan var 1?1, ikki átti at havt borið mál við sær. Men tað gjørdi tað, og harvið var FCK úti í myrkrinum.
Álvaro og Jörgen Pettersson loystu Toda Jónsson og Erik Mykland av, tá ið Glasgow var á odda 1?0. Løtu seinni kom Peter Møller á vøllin fyri vongverjan Ole Tobiasen. FCK hevði nógv fólk í mótstøðubrotsteiginum, og tað eydnaðist brasiliumanninum, Álvaro, í fyrsta dystinum fyri FCK at javna til 1?1 og harvið kveikja spenningin av nýggjum. Men bara í eina lítla løtu.

Framtíðin
Nú FCK er fokið í meistarakappingini, skulu teir saman við m. a. Brøndby luttaka í UEFA kappingini. Hans Backe, FCK venjarin, var ógvuliga vónsvikin mikukvøldið, men hann segði seg vóna, at sviðin ikki fór at kennast so meinur, at FCK ikki fór at standa seg væl í landskappingini og UEFA kappingini. Tað fæst at síggja næstu vikurnar, hvussu tað verður við tí.
Undan mikukvøldinum varð nevnt, at einir tríggir FCK spælarar vónaðu í avgerandi dystinum ímóti Glasgow Rangers at spæla seg til stórar sáttmálar uttanlands. Nevndir vórðu Zuma, Thomas Røll og Martin Albrechtsen. At avrikini hjá teimum mikukvøldið skuldu bera nýggj feløg og størri lønarposar við sær, man vera ivasamt. Men tað kann framvegis hugsast, at FCK er áhugað í at selja spælarar og vinna pengar og keypa nýggjar sáttmálar, nú tað gekk, sum tað gjørdi. Trupulleikin er bara, at hetta umfarið at keypa og selja í verður liðugt sunnukvøldið á midnátt.

Skotland upp ogNorðurlond niður
Fyri skotskan liðfótbólt hevur henda vikan verið framúr væl eydnað. Celtic spældi seg týskvøldið víðari í meistarakappingini, og mikukvøldið eydnaðist tað altso hjá kappingarneytunum hjá teimum í Glasgow, Rangers.
Hjá Norðurlondum skarst vikan heilt illa. Frammanundan var greitt, at Finnland, Ísland og Svøríki einki umboð skuldu hava í bólkaspælinum. Møguleikarnir vóru Rosenborg og FCK. Týskvøldið tapti Rosenborg 1?0 á útivølli ímóti La Coruna, sum teir heima í Tróndheimi høvdu spælt málleysan javnleik ímóti. Harvið var greitt, at Rosenborg, eftir at hava verið við í bólkaspælinum átta ferðir á rað, ikki verður við hesa ferð. Mikukvøldið kiksaði tað hjá FCK, sum tapti 2?1, eftir at hava megnað 1?1 á útivølli.
Bólkaumfarið fer nú neyvan at kennast so nært og viðkomandi, sum tað hevði havt kenst fyri norðurlendingar, norðmenn, danir og eisini føroyingar, um Rosenborg og serliga FCK høvdu megnað meiri, enn tey gjørdu hesa ferð.