FCK skal møguliga seljast

Danskir miðlar skriva, at útlendskir íleggjarar vilja keypa FCK

Inside Business skrivaði í morgun, at útlendskir íleggjarar eru í holt við at keypa Parken Sport og Entertainment, sum millum annað eigur danska fótbóltsfelagið FCK og frítíðarstaðið Lalandia.

 

Sagt verður, at útlendsku íleggjararnir ynskja at skilja Parken Sport og Entertainment í tvey, og so selja Lalandia fyri at satsa upp á fótbóltsfelagið. Seinnu árini hava útlendiskir pengamenn keyp donsk feløg sum FC Midtjylland, FC Nordsjælland og Vejle, ið hevur føroyska Viljorm Davidsen í hópinum.

 

DR hevur tosað við fótbóltsøkonomin Jesper Jørgensen, sum er partur av grannskoðarvirkinum Deloitte. Hann heldur fyri, at FCK er ein góð íløga, um tú ætlar tær atgongd til fótbóltsheimin. FCK er eitt vælvirkandi felag, sum luttekur í Evropa á hvørjum ári, og framleiðir góðar spælarar, sum í fleiri førum blíva seldir víðari.

 

Parken Sport og Entertainment hevur avsannað at hava fingið eitt boð upp á felagið. Hinvegin hevur Lønmodtagernes Dyrtidsfond, sum eigur 29 prosent av virðisbrøvunum, váttað at samráðingar eru um at selja sín part.

 

Tveir føroyskir spælarar hava spælt við FCK. Teir eru Todi Jónsson og Brandur Hendriksson Olsen.