Talan var sum heild um gott danskt lutakast, tá UEFA ólavsøkuaftan kastaði lut um dystirnar í Champions League og UEFA-Cup. Brøndby skjal í fyrsta umfarinum hitta Flora Tallin. Steypavinnararnir úr Randers skulu spæla móti FBK Kaunas, sum tvær ferðir hevur vitjað HB, og OB skal spæla spæla Llanelli úr Wales.
Størsti spenningurin tykist vera um lutakastið hjá FCK. Megnar danska meistaraliðið at basa finska MyPa, sum tapti fyrra dystin í Parkini við 2-0, verður tað hollendska stórfelagið, Ajax, sum skal spæla móti FCK.