Útisetar
Hóast heimliga fótbóltskappingin í løtuni liggur í vetrardvala, so er framvegis full ferð á hjá fleiri av fótbóltsútisetum okkara.
Esbjerg kann hjálpa
Í donsku superliguni tekur Esbjerg, har Christian Høgni Jacobsen stríðist fyri einum plássi nærri teimum fyrstu 11, ímóti oddaliðnum úr Brøndby. Seinast Brøndby vitjaði í Esbjerg var úrslitið ein lemjandi 7-0 ósigur til uppflytararnar, men samstundis varð hetta startskotið til ein veruligan upptúr hjá Esbjerg, og spennandi verður nú at vita, hvørt teir fara at geva Brøndby dyggari mótstøðu hesaferð. Annars kann til stuttleikar nevnast, at tá Herfølge og Jákup Mikkelsen gjørdust meistarar á várið 2000, var tað ikki minst takkað verið tivemum sigrum hjá Esbjerg á Brøndby, so tað er kanska ikki heilt óhugsandi, at Esbjerg aftur kann hjálpa einum »føroyskum« liði.
Tað vóna tey í øllum førum FC Keypmannahavn, har Todi Jónsson framvegis er á skaðalistanum. Lopið til Brøndby er longu nú ríkiliga stórt, og umframt at teir hjá leyvunum vóna, at Esbjerg kann gera okkurt við Brøndby, so skal FCK samstundis hugsa um egna dyst sín, har Viborg kemur á vitjan í Parkini.
OB við Johan Byrial Hansen verða somuleiðis á heimavølli, har teir hava møguleikan at lyfta seg enn eitt fet upp á stigatalvuni, tá FCM kemur á vitjan.
Í donsku fyrstu deild, har Óli Johannesen og Atli Gregersen halda til, eru liðini farin í vetrarfrí.
Í Onglandi hevur ikki gingist so heilt væl hjá Julian Johnsson og Hull seinastu tíðina. Tí er tað kanska kærkomið, at teir hetta vikuskiftið sleppa undan at hugsa um liguna, tá teir fara á vitjan hjá Nortwich. Hetta er nevnliga ein dystur í ensku steypakappingini.
Í Hollandi skuldu Súni Olsen og FC Zwolle leika móti Top Oss fríggjakvøldið. T.v.s eftir evstamark okkara.