FCK sigraði í Parkini

Europa League: FCK fekk gott úrslit - Manchester United fekk javnt í Russlandi.

Fyrru 1/8-finalurnar í Europa League hava verið í kvøld, har einans eitt enskt lið er eftir í kappingini, nevniliga Manchester United, meðan onnur eygu her um leiðir helst eisini hava fylgt við danska meistaraliðnum FCK.


Manchester United var í kvøld á útivølli ímóti russiska FC Rostov, og har gjørdist tað til 1-1-javnleik. Henrikh Mkhitaryan legði United á odda 10 minuttir fyri hálvleikssteðgin, men stutt inn í seinna hálvleik javnaði Aleksandr Bukharov til endaliga úrslitið, 1-1.


Heima í Parkini hevði FCK í kvøld vitjan av Ajax. Rasmus Falk legði heimaliðið á odda longu í 1. minutti, men danska stórtalentið hjá Ajax, Kasper Dolberg, syrgdi fyri at hálvleiksstøðan var 1-1. Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik legði Andreas Cornelius FCK á odda 2-1, og hetta gjørdist eisini úrslitið.


Returdystirnir verða spældir komandi hóskvøld.


Øll úrslitini í Europa League í kvøld:


FC Rostov – Manchester United 1-1

FCK – Ajax 2-1

APOEL – Anderlecht 0-1

Olympiakos – Besiktas 1-1

Lyon – Roma 4-2

Gent – Genk 2-5

Shalke 04 – Borussia Mönchengladbach 1-1

Celta Vigo – Krasnodar 2-1