FCK saknar Toda

Fótbóltur: FCK kennir seg tannleyst at fara í Europa at spæla uttan føroyska álopsspælaran

Hósdagin skal FCK spæla í Europa Cup. Teir skulu niður til Sevilla í Spania, har uppgávan í europeisku steypakappingini verður sera torfør.

Og skulu vit trúgva donsku fjølmiðlunum, so verður mett, at uppgávan er serliga torfør, um tað ikki fer at eydnast at fáa føroyska landsliðsspælaran hjá felagnum so mikið kláran, at hann kann spæla við hósdagin. Víst verður á, at síðani Todi Jónsson varð skaddur fyri knøppum fýra vikum síðani, hevur FCK ikki vunnið, og nú siga bæði BT og Ekstra Blaðið, at ein av høvuðsorsøkunum til, at tað er steðgað upp hjá oddaliðnum, er, at fremsti álopsspælarin ikki er tøkur.


Skal royna

í hesi vikuni

Todi Jónsson var sunnudagin við liðfeløgunum í Vejle. Har hitti hann m. a. Allan Simonsen, landsliðsvenjara, og teir fingu eitt gott prát um góða avrikið hjá landsliðnum í Spania.

Men tað var ikki talingur um, at Todi Jónsson skuldi spæla við. Komandi fríggjadag verða tað fýra vikur síðani lærkrikuskaðin gjørdist so mikið álvarsligur, at Todi Jónsson gavst at venja, og tí var tað ikki hugsningur um at spæla.

Men skulu vit trúgva donsku fjølmiðlunum, so er tað ikki heilt óhugsandi, at Todi Jónsson verður í ferðalagnum, sum í morgin fer úr Keypmannahavn og til Sevilla. At hava álopstrumfin við verður mett sum sera avgerandi fyri møguleikarnar at fáa mál á útivølli, sum er so týdningarmikið, um hugsningur skal vera um at koma víðari í kappingini.

Todi Jónsson veit ikki, um tað fer at bera til hjá honum at spæla hósdagin. Men tað er greitt, at hann undir ongum umstøðum verður førur fyri at spæla í 90 minuttir:

? Svenski venjarin hjá okkum, Kent Karlsson, hevur biðið meg koma til venjingar mánadagin og týsdagin, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at vignast, segði Todi Jónsson, tá vit prátaðu við hann sunnu-kvøldið.

Um tað verður mett, at hann ikki verður førur fyri at spæla, so fer Todi ikki við liðfeløgunum til Spania. Um tað verður mett, at hann kann spæla eina løtu, so kann tað hugsast, at hann spælir eina løtu í fyrra hálvleiki ella, at hann kemur inn í 2. hálvleiki.

Í Danmark verður roknað við, at FCK fer at koma undir stórt trýst á útivølli í Spania, og at fáu møguleikarnir, sum danska liðið fer at fáa, fara at koma í snarálopum, og tað er í teimum, at danir meta Toda Jónsson verða mest týndingarmikla trumfin. Men um trumfurin fer at vera í ermuni alla tíðina, ella um hann verður smekkaður á borðið, verður ikki greitt fyrrenn í morgin.