FCK úr Parkini

Við at megna javnleik í seinnu hálvfinaluni syrgdi Brøndby fyri, at tað verða teir og ikki FCK, sum verða mótstøðulið hjá FCM í steypafinaluni

DANSKA STEYPAKAPPINGIN

Fótbóltsfepurin í danska høvuðsstaðnum er størri, enn hann hevur verið í ógvuliga mong ár. Brøndby og FCK hava stríðst fleiri ferðir nú í vár, og áskoðarafjøldin er stór hvørja einastu ferð. Mikukvøldið var seinna hálvfinalan í steypakappingini á skránni, og 25 túsund møttu upp í Parkini.
Útgangsstøðan hjá Brøndby var 1-0 sigurin frá uppgerðini í Brøndby. Tann sigurin var hentur hjá teimum gulu og bláu at hava í viðførinum. Úrslitið mikukvøldið var 2-2. Brøndby var frammanfyri 1-0 og 2-1. Harvið rann FCK støðugt aftaná.
Talan var um sera tætta og spennandi uppgerð. Álvaro Santos stútaði FCK upp á 1-1, eftir at Zuma hevði lagt snildisliga innfyri, og útjavnandi málið til 2-2 var framúr langskot úr vinstru hjá Janne Saarinen. Morten Skoubo legði Brøndby framum fyrru ferðina, og Thomas Kahlenberg skoraði seinna Brøndby málið.
Eingin spenningur var, tá ið FC Midtjylland fyri 20. ferð átti heimavøll á nýggja stadion í Herning. FCM hevðí vunnið 4-0 í Horsens, og enn eina ferð eydnaðist tað teimum at fara av heimavøllinum uttan at hava tapt. FCM vann 1-0 og samantalt 5-0. Danska steypafinalan verður millum nummar eitt í landskappingini, Brøndby, og nummar trý, FCM, í Parkini Kristi himmalsferðardag.