DM-gull
Mánadagin sluppu leikararnir hjá FCK at hugja sær eitt sindur meira, enn teir vanliga gera. Vanliga morgunvenjingin, sum plagar at vera kl. 10.00 var avlýst, og ístaðin høvdu leikararnir lætta venjing kl. 15.00.
Eftir hesa varð so farið inn á Ráðhúsplássið, har borgarstjórin hevði opnað dyrnar, og meðan fjølmiðlarnir skrivaðu vøkru orðini niður, hugleiddi Kramer um liðið, sum nú endiliga aftur er meistari.
Eftir hetta tók Flemming Østergaard orðið, og takkaði fyri stóra heiðurin, sum teimum varð sýndur, og eftir hetta var so klárt til at takka viðhaldsfólkunum hjá FCK, sum vóru á staðnum.
Rópini
Akkurát hvussu nógv er ilt at siga, men talan var í øllum førum um nøkur túsund fólk, sum vóru komin saman framman fyri Ráðhúsið, og fagnaðurin mundi ongan enda tikið, tá leikararnir so trinu fram á balkonina.
Rópini dundu til leikararnar, og tá hesir so hvørt fóru inn aftur í Ráðhúsið, fóru áskoðararnir undir at rópa nøvnini. Ein fyri og annar eftir vórðu teir so noyddir at koma út aftur, har teir standandi kundu taka ímóti rópunum.
Todi Jónsson var sjálvandi eisini ein partur av hesum, men satt at siga, so tóktist hann ikki at trívast so væl í øllum hesum rokanum,. Kundi heldur bara hugsað sær at sitið í frið heima í stovuni, var líkt til.
Hetta er tó luturin, tá spælt verður við einum stófelagið. Ikki minst tá spælið hevur gingið væl, soleiðis sum tað hevur gjørt í ár.