Nú er niðurteljingin til nýggja fótbóltsárið kring Europa av álvara byrjað. Í Danmark fer fótbólturin av álvara á rull annan sunnudag, og longu annan leygardag skal FCK spæla fyrsta landskappingardystin. Hann verður í Ålborg ímóti AaB, og TV3+ sjónvarpsrásin verður á blettinum.
Rásin verður eisini á blettinum, tá ið FCK í kvøld fer at spæla venjingardyst í Noregi. Todi og liðfelagarnir ferðast nógv í hesum døgum. Í gjár fóru teir til Noregs, har teir í kvøld skulu spæla í Frederikstad ímóti besta norska felagnum, Rosenborg. Tann dysturin verður í kvøld klokkan 19, og tá verður, sum nevnt, møguleiki fyri at síggja Toda Jónsson og liðfelagarnar.
At Todi er væl fyri, gav hann ábendingar um fríggjakvøldið. Tá var FCK í Odense, har teir spældu ímóti styrktum B1913 liðið, sum hátíðarhelt 90 ára føðingardagin. FCK vann 9?0. Teir spældu við einum liði í 1. hálvleiki og einum øðrum liði í 2. hálvleiki. Todi var við fyrru trý korterini. Hann skoraði fyrsta málið, tá ið átta minttir vóru farnir, og hann skoraði eina ferð afturat, áðrenn hann í steðginum fór úr dystinum.
Í annaðkvøld skal FCK spæla í Frederikstad ímóti heimaliðnum. So fara teir aftur til Keypmannahavnar, har teir leygardagin skulu spæla í Gladsaxe ímóti turkiska Galatasaray.
Seinastu árini hevur tað verið soleiðis í Danmark, at meistaraliðið og steypavinnararnir eftir eingilskum mynstri í vikuni undan fyrsta umfarinum í landskappingini hava sett sjøtul á nýggja kappingarárið.
FCK er meistari, og Brøndby er steypavinnari. Tí skuldi dystur verið teirra millum týskvøldið í næstu viku. Men í løtuni tykist tað sum um, at dysturin verður av ongum. Meistaraliðið plagar at eiga heimavøll. Men FCK hevur leigað Parkina út. Í staðin hava teir ætlað at spælt heimadystin í Farum. Men tað sigur Brøndby kortanei til. Teir vilja hava FCK at koma út í Brøndby at spæla, men tað sigurFCK kortanei til.
TV3 eigur rættindini at senda frá dystinum. Teir eru ikki fegnir um naggatódnina og trætuna, sum hevur tikið seg upp millum stóru feløgini í høvuðsstaðnum, og ivaleyst verður talan um fíggjarligt eftirspæl, um eingin loysn fæst á trætuni.
Hjá FCK eru flestu spælararnir væl fyri. Eins deyð er annars breyð, plagar at verða tikið til. Møguleikarnir hjá Toda at vera millum teir fyrstu ellivu eru ikki versnaðir í summarsteðginum. Morten Bisgaard hevur verið skaddur, Peter Møller hevur verið sjúkur í síðstu viku, og fríggjakvøldið í Odense kendi Jörgen Pettersson aftur til vøddaskaðan, sum fyrr í ár hevur plágað í lærinum. Hann er við í Noregi, men tað er fyri at fáa viðgerð og ikki fyri at spæla.