FCK og Brøndby í Royal League finalu

Hálvfinalurnar í norðurlendsku Royal League kappingini vóru á skránni í gjárkvøldið, og her megnaðu donsku stórfeløgini, FCK og Brøndby, at spæla seg víðari í finaluna.

Brøndby tók ímóti OB, og her mátti longd leiktíð til fyri at finna ein vinnara. OB kom á odda 1-0 við máli frá Søren Jensen. Per Nielsen javnaði fyri Brøndby, og í longdu leiktíðini tryggjaði Ericsson Brøndby sigurin við beinleiðis frísparki. FCK møtti svenska Helsingborg í síni hálvfinalu, og teir vunnu 3-1. Berglund skoraði til bæði 1-0 og 2-0, áðrenn Jakobsson minkaði til 2-1. Í seinna hálvleiki skoraði Almeida til 3-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.