Danmark
Tað var nógvur fótbóltur á skránni í Europa hóskvøldið. FCK var í eldinum í Parkini, har teir høvdu vitjan av jugoslaviska Obilic. Tað var hetta liðið, sum sendi GÍ úr UEFA kappingini. FCK vann 2?0, og harvið hava teir eina góða útgangsstøðu undan returdystinum, sum verður komandi hóskvøld.
Todi Jónsson var ikki á vøllinum hóskvøldið. Hann er skaddur, og tað er ikki sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla komandi hóskvøld.
Um hann hevði verið tøkur, so er tað ein spurningur, um hann hevði verið valdur ímillum teir fyrstu ellivu. Heine Fernandez fekk møguleikan sum makkari hjá Zuma, nú Todi var skaddur. Og Fernandez takkaði fyri. Eftir Zuma upplegg skoraði hann til 1?0, tá tíggju minuttir vóru farnir, og í 2. hálvleiki økti hann, eftir langa sending frá verjuspælaranum Jacob Laursen.
Brøndby var í Póllandi og spældi ímóti Olimpija Ljublana. Heimaliðið kom á odda beinanvegin, men Brøndby fótaði sær væl og vann 4?2. Tí átti tað komandi hóskvøld at verið talan um avgreiðsluspurning á Brøndby stadion.
Tað gekk minni væl hjá jysku liðunum, sum høvdu betri lið ímóti sær. FCM tapti á heimavølli 3?0 ímóti Sporting Lissabon, og Real Zaragoza sendi Silkeborg til hús við 3?0 tapi.
Í superliguni verður spælt soleiðis í vikuskiftinum: Vejle?AB, Silkeborg?FCM, Lyngby?OB, Brøndby?Viborg, AaB?FCK og Esbjerg?AGF, sum verður spældur mánakvøldið.
Mikukvøldið varð Hvidovre sent úr steypakappingini. Á heimavølli endaði tað málleyst ímóti Køge, bæði í vanligu leiktíðini og í eykatíðini, sum var tvær ferðir fimtan minuttir. Í brotssparkskappingini skoraði Køge seks mál og Hvidovre fimm.
B93 og Randers Freja fara at spæla 3. oktober í fjórða steypaumfarinum.
Í landskappingini skuldi Hvidovre longu fríggjakvøldið spæla á heimavølli ímóti Brønshøj. Sunnudagin spæla B93 og Farum og Horsens og Randers Freja.
Í Noreg hvílir tippuligan seg í vikuskiftinum. Orsøkin er tann, at eitt umfar í steypakappingini er á skránni. Jákup Mikkelsen og Molde eru ikki longur við í steypakappingini.