Tað var ikki talan um eitt dreyma lutakast, tá FCK í seinastu viku trekti ukreinska liðið Dnipro Dnipropetrovsk. Støðan í landinum er spent og í seinastu viku datt eitt flogfar hjá Malaysian Airlines niður í Ukreina.
Í gjárkvøldið boðaði FCK venjarin, Ståle Solbakken frá, at FCK hevur noktað at fara til Ukreina fyri at spæla dystin.
- - Vit hava boðað UEFA frá, at tað ikki er nakað flogfelag, ið vil leigast til at flúgva okkum til Ukreina í næstu viku. Somuleiðis eru tað eingin rutuflogfør, ið flúgva frá Skandinavia til tann býin, ið vit skulu til. Óansæð hvussu trygt UEFA sigur tað er hjá okkum at fara til Ukreina, so er tað ómøguligt hjá okkum at sleppa har til.
Danska fótbóltssambandið DBU bakkar FCK upp í avgerðini, um at nokta at fara til Ukreina.
- - Støðan í landinum er óstøðug. Vit hava sent fleiri prógv inn frá flogfeløgunum, sum vísir, at vit ikki yvirdríva. Tað er heldur ikki nøktandi fyri FCK, at tað framvegis er ógreitt hvar teir skulu leika, nú tað styttist til dysturin verður leiktur.
Sum nú er, skal FCK spæla í Ukreina týsdagin ella mikudagin í næstu viku.










