FC Keypmannahavn hevur keypt ein nýggjan verjuspælara, eftir at Martin Albrecthsen varð seldur til Onglands. Nýggi spælarin er 23 ára gamli Dan Thomassen, sum seinastu seks árini hevur spælt í Italia. Hann hevur spælt í felagnum Padova í triðbestu italsku deildini, men hann hevur verið fastur maður á ungdómslandsliðunum hjá Danmark, og har hevur hann spælt væl.
? Eg havi lært sera nógv tey hesi árini í Italia, men nú havi eg brúk fyri einari nýggjari avbjóðing, sigur Dan Thomassen. Hann hevur gjørt trý ára sáttmála við FCK.