Felagið hjá Toda Jónsson missir nú enn ein leikara. Talan er um garvaða verjuleikaran Jacob Laursen, ið framyvir fer at spæla við botnliðnum Leicester í ensku Premier League.
Enska felagið hevur tørv á verjuleikarum, tí fleiri eru langtíðar skaddir. Tí vendi venjarin Dave Bassett sær til FC København um at keypa Jacob Laursen.
Enskir fjølmiðlar meta, at prísurin fyri Laursen liggur um 500.000 ensk pund, sum er umleið 5 milliónir krónur. Jacob Laursen er 30 ára gamal og hevur spælt fleiri landsdystir, men hann er ikki við á landsliðnum longur.
Hann hevur eisini drúgvar royndir úr ensku Premier League, tí í fýra ár, frá 1996 til 2000, spældi hann 135 dystir fyri Derby, og hann var eisini liðformaður seinastu tíðina, áðrenn hann skifti til FCK av persónligum ávum.
Nú er liðformaðurin hjá Toda so tilreiðar at fara aftur til Onglands at royna seg. Hann skal hjálpa Leicester undan niðurflyting. Tað var longu í heyst, at danskir fjølmiðlar bóru tíðindi um, at samband var millum Leicester og Jacob Laursen, og nú er sáttmálið komin burturúr.
FCK mist nógv fólk
Nú í jólasteðginum hevur FCK mist ein stóran part av sínum besta fólki, og tað verður torført hjá venjaranum Hans Backe at byggja liðið uppaftur, eftir stóra missin.
Jacob Laursen fer beinanvegin úr felagnum, men ungi og evnaríki miðvallarin Christian Poulsen verður í FCK til endan av hesum kappingarárinum, tá hann fer til týska felagið Schalke O4.
Thomas Thorninger er farin til Italia at spæla við Udinese, har fyrrverandi venjarin hjá FCK, Roy Hodgson, var venjari, men hann varð sagdur úr starvi fyri stuttum.
Thomas Rytter, ið hevur verið fastur á liðnum hjá FCK, spælir nú í Týsklandi við Wolfsburg. Rytter fór til týska felagið í desember, og hann var vanliga vongverji á liðnum hjá FCK.
Eisini er óvist við framtíðini hjá Niclas Jensen. Hansara sáttmálaskeið er liðugt 1.
juli, tá hann kann skifta felag, uttan at FCK fær nakað burturúr. Væntandi fer hann at royna seg uttanfyri Danmark, og eitt nú Celtic í Skotlandi hevur sýnt áhuga.
Sostatt eru fimm spælarar antin farnir úr ella á veg úr felagnum hjá Toda Jónsson, FCK. Hetta boðar ikki frá góðum, tí hesir leikararnir hava verið millum teir bestu á liðnum, og tí verður torført at finna avloysarar fyri teir.
Sagt verður úr Danmark í dag, at Hans Backe hevur í hyggju at keypa unga verjuleikaran Martin Albrechtsen frá grannunum í AB. Albrechtsen hevur roynt seg á landsliðnum og verður mettur sum ein framtíðar leikari á landsliðnum.