FCK missir ikki málverjan

Eftir øllum at døma verður norski landsliðsmálverjin eisini við FCK komandi kappingarár

 

Danmark


Tað hevur ljóðað, at norski málverjin hjá donsku meistarunum úr FCK, Thomas Myhre, ikki hevur havt hug at støðast í felagnum, sum hann hevur læntur til í hálvt ár.

Myhre hevur áður vart málið hjá Everton, men av fíggjarligum ávum vildu onglendingarnir ikki nýta hann longur.

Tí hevur hann nú verið í FCK, men sjálvur sigur norðmaðurin seg hava hug at royna seg í londum, har kappingin er harðari enn í Danmark.

Um tað eru útlitini fyri Champions League fótbólti, ella um orsøkin er ein onnur, er ikki greitt, men keldur í FCK vita nú at siga, at felagið er nærum komið ásamt við málverjan um sáttmálaviðurskiftini.

Sostatt bendir á, at Myhre framvegis verður í FCK komandi kappingarár, tá liðið skal royna at vinna seg fram í sterkastu europeisku kappingini.