FCK mátti lúta

Hóast teir enn hava møguleikan at spæla seg víðari í UEFA-Cup kappingini, so var tað ein smeitur, at FCK ikki fekk stig burtur úr dystinum móti spanska Atletico Madrid í gjárkvøldið. Dysturin í Parkini endaði við 2-0 sigri til spanska liðið, og hetta kundu teir hjá heimaliðnum illa vera heilt ónøgdir um. Og venjarin, Ståle Solbakken, viðgekk eisini, at spanska liðið snøgt sagt var betri. Enn hevur FCK ein dyst eftir í bólkaspælinum. Hesin verður á útivølli móti skotska Aberdeen, og ein javnleikur í hesum dystinum er nóg mikið hjá FCK til at vinna seg víðari í kappingini. Sponsku málini í Parkini skutu Simao Sabrosas og Sergio Aguero.